Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Allir flokkar vera við á tíðindafundi í morgin, har semjuskjal skal undirskrivast um Suðuroyartunnilin

Fremsta og gyltasta málið eitt kommunustýri eigur at arbeiða við, er at gera tað liviligt hjá teimum sum hava valt Sandsbygd til

Hildið verður, at viðkomandi millum annað hevur bukað hol á fleiri hurðar, skrivar KvF

- Onki lógaruppskot er enn lagt fyri Løgtingið, nú fyrsta hálvan av tingsetuni er við at vera liðug, og málið blívur við at draga út

Í kvøld kl 20.00 fara Sámal Petersen, violin og Axel Freier, klaver úr Belgia at framføra 3 sonatir á konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Konsertin verður endurtikin í aulini í Finsen í morgin

Annar partur av Fólksins Rødd snýr seg um kommunuvalið. Sendingin verður send eftir Dag og Viku í kvøld, men parturin er longu tøkur á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya

Teir hava fingið freist til á middegi í morgin at svara

- Endiliga er kommunuval aftur! Havi glett meg nú í fýra ár at gera mína demokratisku skyldu og seta krossin á røttu hill fyri aftur at seta meg í sofuna og bíða fýra ár aftrat, til demokratiska skyldan aftur kallar á meg

Øll hava møguleika at fylgja við í, hvussu stór skattskylduga inntøkan hjá øðrum borgarum ella vinnufyritøkum er

- Meðan vit bíða, vilja vit gera púra greitt, at felagið Føroysk Miðlafólk sær seg á ongan hátt bundið at semingsroyndini, sum fer fram nú

Sama slag av hvalspýggju er sæð í vaksandi mongdum í Noregi, og har er hon blivin ein avbjóðing fyri alivinnuna

Bakkafrost og KJ hava skrivað undir avtalu um bygging av nýggjari tvíkilju. Tvíkiljan verður nýbygningur nummar 66, sum KJ byggir og nummar 36 í røðini hjá Bakkafrost

- Tørvurin er stórur og arbeiðið er farið í gongd, sigur stýrið í tíðindaskrivi

Nú er greitt, hvørjum londum føroyska A-landsliðið við kvinnum skal spæla ímóti í UEFA Nations League kapping, sum byrjar í februar mánað

Sálarligur og likamligur harðskapur eru tæt knýttir og tað vísir seg, at likamligur harðskapur aloftast byrjar sum sálarligur harðskapur

Sambært Hagstovuni so búðu 127 fólk í Fámjin í 1985. Av hesum vóru 65 fólk undir 40 ár. Í dag er fólkatalið 74. Av hesum eru 20 fólk undir 40 ár

Tað hevur ikki verið galdandi higartil, men nú fær nýggj kunngerð tað uppá pláss

- Eg havi arbeitt fyri ST, lisið í Frankaríki og havt sjeik úr Afrika. Men islamiska ideologiin, sum møtti mær í Brabrand, skelkaði meg

- Níggju ár seinni hava tey enn ikki funnið útav, hvussu sáttmálin skal útinnast. Tað er ein gøla og almennur stuldur. Men at drála við at rinda aftur tað, sum er stolið, er at leggja fólki stein oman á byrðu

Almanna- og mentamálaráðið hevur í dag sent uppskot til ummælis, ið ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 hækkar stigvíst úr 68 upp í 70 ár

Hitamátararnir hjá Landsverki vísa upp í 17 hitastig fleiri støð og annars at tað er óvanliga lýtt eftir árstíðini

Og tað verða miðlarnir sjálvir sum skulu syrgja fyri, at forboðið verður handhevjað

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í Sveis

Tá hol kom á í seinnu helvt av fyrra hálvleiki drógu Føroyar av álvara frá

Seinni í kvøld fer hon at tosa við tjóðina

- Eg sá teg fyri seinastu ferð í gjár, í kistu, nøkurlunda á sama staði á landssjúkrahúsinum sum sorgardagarnar eftir vanlukkuna 14 Okt 1991

The Room Next Door, sum just hevur vunnið Gyltu Leyvuna í Venezia, er fyrsti filmur á enskum, sum kendasti spanski leikstjóri, hin 75 ára gamli Oscarvinnarin Pedro Almodóvar, hevur gjørt

Eisini á Stykkinum er Kvívíkar kommuna farin undir at fyrireikað eitt líknandi stað hjá fólki at savnast

Hægri tollmúrar fara at hava avleiðingar fyri vinnuna, stúra tey fyri í Dansk Industri

Í kvøld klokkan 21 okkara tíð fer taparin á amerikanska forsetavalinum, Kamala Harris, at halda røðu, skrivar Reuters

Løgtingsins Umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan á fleiri eldrasambýlum. Og hóast nógv var gott, so er eisini rúm fyri ábøtum, verður sagt í frágreiðingini til landsstýrið

Í sendingini Búskapur & Vinna í kvøld er Niels Mortensen, stjóri í SMS Samtakinum, gestur

Nú er spurningurin, um republikanararnir eisini varðveita Umboðsmannatinginum

- Tað hava ongar illusjónir verið í Moskva um Donald Trump sum forseta, sigur uttanríkismálaráðið í Russlandi sambært Reuters

Føroya Keypssamtøka og Fredensborg Brugsforening eiga báðar 50% í nýggja felagnum, men tann seinna hevur atkvøðumeirilutan

Donald Trump hevur sagt seg vilja byggja hægri tollmúrar fyri at verja heimligu vinnuna. Nú mugu vit bara bíða og vita hvat hendir, sigur ein stórur føroyskur útflytari til USA

Gamla appin frá 2014 til Android telefonir er ikki longur tøk og tað er bara ein spurningur um tíð, til tað sama hendir við IOS

Tað er ikki líkamikið fyri fíggjarmarknaðirnar, hvør er forseti í USA

Polestar-deildin: Fleyr – SÍ 2-3 (21-25, 27-25, 25-23, 21-25, 11-15)

Eyðun Klakstein hevur havt sínar fyrstu venjingar sum A-landsliðsvenjari hjá monnum. Týskvøldið vandi føroyski hópurin á Djúpumýru í Klaksvík

Sambært amerikanskum miðlum so hevur Donald Trump vunnið amerikanska forsetavalið

- Tórshavn er í ferð við at menna seg til ein lestrarbý, og pallborðsfundurin í Silo setti fokus á evnið um lestraríbúðir. Ein týdningarmikil partur av hesum er at skapa lestraríbúðir, ið eru nær lestrarstaðnum

Leygardagin varð skipað fyri samkomu á Hotel Brandan, har trettan nýggir venjarar – harav tríggjar kvinnur – fingu handað UEFA A venjaraprógv

Hinvegin kann eisini tað henda, at greiðar ábendingar koma longu ímóti morgni

Føroyameistarakappingin fyri Blandað Pør varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin

Hildið verður, at einir 10.000 norðurkoreanskir hermenn eru farnir at hjálpa Russlandi í krígnum ímóti Ukraina

Benjamin Netanyahu hevur koyrt Yoav Gallant úr starvinum, tí tað vóru ov nógvar ósemjur teirra millum. Ístaðin er fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Israel Katz, settur sum verjumálaráðharri

- Skattakrónurnar, ið koma inn í kommunukassan, verða goldnar av borgarum við ymiskum áhugamálum, ynskjum og tørvum

Starvið verður sett frá 1. januar 2025 og er ikki áramálssett hesaferð, skrivar KvF

Tað er sera tætt ímillum forsetavalevnini og sonevndu svingstatirnir avgerða alt. Onkur teirra meira enn annar