Hann sum ikki girnast maktina er skikkaður at hava hana
- Plato

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Filmsfelagið: The Room Next Door, sum just hevur vunnið Gyltu Leyvuna í Venezia, er fyrsti filmur á enskum, sum kendasti spanski leikstjóri, hin 75 ára gamli Oscarvinnarin Pedro Almodóvar, hevur gjørt. Mikudagin sýnir Filmsfelagið The Room Next Door í Havnar Bio.

Í Venezia fagnaðu fólk honum við at klappa í seytjan minuttir, tá hann fekk Leone d’Oro. Á sama stað fekk hann fyri fimm árum síðan Gyltu Leyvuna fyri lívlangt avrik. Í ár var franska Isabelle Huppert forkvinna í dómsnevndini á filmstevnuni, sum byrjaði í 1932.

Søgan er um ivasomu mammuna og óndsinnaðu dóttrina, sum av eini misskiljing hava mist alt samband við hvørja aðra. Millum tær báðar stendur ein onnur kvinna, Ingrid (Julianne Moore), ið er vinkona mammuna og ein møguligur sambindingarliður millum øði og beiskleika millum mammu og dóttir. Martha (Tilda Swinton), ið er mamman, er journalistur, sum av hermótinum skrivar um kríggj, meðan Ingrid skrivar autofiktivar skaldsøgur.

Tað eru ræðuleikararnir í kríggi, sum Aldomdóvar hevur sett sær fyri at granska í hesum filmi, og hvussu ymiskliga kvinnurnar, ið báðar liva av at skriva, nærkast hvørji aðrari og skriva um veruleikan, deyðan, og vinarløg og kynsliga njótan sum verju móti ræðslu.

Filmurin byggir á skaldsøguna What Are You Going Through (2020) eftir amerikansku Sigrid Nunez.

Filmsfelagið í Havnar Bio 13/11 kl 20:00 The room next door (Pedro Almodóvar Spania 2024 110 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo