Visit Norðoy: Í fjør skipaði Visit Norðoy á fyrsta sinni fyri jólaátakinum «Gomul jól í gamla Klaksvíkshandlinum».
Jólaátakið snýr seg í stuttum um at skapa eina enduruppliving av einum handilshúsið frá trýssunum við handli, apoteki, skrivstovum, stovum, posthúsi, pakkhúsi og tann siðsøguligi aktiviteturin uttandura.
Tað er ein livandi framsýning har tú veruliga merkir blásturin av eini farnari tíð.
Til samanberingar kann vísast á den Gamle By í Aarhus sum letur upp hvønn desembur og fólk koma úr øllum heiminum at vitja. Tað finnast bert tvey apotek av hesum slagnum eftir í kongaríkinum og tað er i Den Gamle By og í Klaksvík.
Opið er leygardag og sunnudag frá kl 14 - 18 fram til jóla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo