Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Løgtingið ynskir at víðka um opinleika og kunning úteftir, eins og áhugin fyri at vitja og kunna seg um Løgtingið er nógv vaksandi. Tørvur er á einum starvsfólki, ið kann virka sum kunningarfólk mótvegis samfelagnum og eisini at standa fyri ymiskum átøkum, sum eru knýtt at tí at gera Løgtingið betur atkomuligt fyri allar borgarar, at framleiða søguligt og annað tilfar v.m.

Í hesum sambandi er eitt starv sum kunningar- og samskiftisfólk fulla tíð í Løgtinginum leyst at søkja til setan frá 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar fevna um at hava ábyrgd av kunnandi virksemi í Løgtinginum, undir hesum:

  • Dagføring av tilfari á heimasíðu Løgtingsins

  • Gera kunnandi tilfar á heimasíðu, í faldarum og annað

  • Gera søguligt og annað tilfar og framløgur til almenna nýtslu

  • Vera við til at skapa karmar hjá fjølmiðlum í Løgtinginum

  • Taka ímóti vitjandi í Løgtinginum

  • Røkja ritarauppgávur fyri løgtingsforkvinnuna og Løgtingið

  • Aðrar fyrifallandi uppgávur innan fyri starvsøkið

Talan er um eitt nýtt og áhugavert starv við fjølbroyttum og skiftandi arbeiðsuppgávum, sum tann setti verður við til at forma.

Tann, sum settur verður, skal hava viðkomandi útbúgving, duga væl at orða seg og skriva á føroyskum og hava góðan kunnleika til enskt og norðurlendskt mál, hava hegni og áhuga fyri at arbeiða í politisku skipanini og hava góðan kunnleika til nýtslu av teldu og sosialum miðlum. Kunnleiki og royndir frá líknandi arbeiði kunnu vera ein fyrimunur.

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. januar 2025, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv(at)logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tlf. 520294.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo