Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ferðamál

So nærkast summarið endiliga, og nógv av okkum gera sær tankar um at bíleggja eina ferð til heitari lond. Fleiri hava longu avgjørt hvagar leiðin gongur og gleða seg til frídagar saman við familjuni.

Fía Selma Nielsen, leiðari í Kundatænastuni í Betri Banka, bloggar í Kvinnublaðnum hesaferð um, hvat tú skalt hugsa um áðrenn, undir og eftir ferðina.

Fíggjarlig prei:

• Rinda ferðina við Mastercard
• Hav rætta gjaldskortið til bilaleigu
• Tryggja teg og tíni væl
• Kanna nær gjaldskortið gongur út
• Hav fleiri enn eitt gjaldskort við á ferðini
• Kanna hvørji nýtsluhámørk tíni kort hava, tí gjaldskort hava ymisk nýtsluhámørk
• Lat ikki gjaldskortið úr eygsjón
• Gjald í lokalum valuta
• Hav netbankan sum app

Keyp av ferð
Tað er skilagott at bíleggja ferðina á netinum við einum Mastercard. Keypa tit ferðina umvegis netið, er vert at minnast til, at tá ein ferð er keypt við einum altjóða gjaldskorti sum Mastercard, ber til at gera ‘indsigelse’ (tað er at mótmæla gjaldingini) um flogfelagið fer á húsagang.

Tað er umráðandi, at kortið er tilmeldað 3D secure í góðari tíð, tí annars kann vera, at tað ikki ber til at rinda ferðina tann dagin, tit ætla.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo