Ímeðan tey sum vara av vinnuni í Føroyum eru meira varin við at gera viðmerkingar, so leggja tey ikki fingrarnar ímillum Dansk Industri ella DI, sum er felagsskapurin hjá donskum arbeiðsgevarum. Tí um tollmúrar móti Kina upp á 60% og móti Europa upp á 10% gerast veruleiki, so er talan um veruligt handilskríggj, og tað kann í ringasta føri kosta 30.000 donsk arbeiðspláss, hevur DI roknað seg fram til.
- Eitt er tó, hvat hann hevur sagt, og eitt er, hvat nú hendir. Trump hevur tað við at tosa við stórum bókstavum fyri at skapa sær eitt betri samráðingargrundarlag, sigur Peter Thagesen, stjóri fyri altjóða handli hjá DI við dr.dk.
Hann skilir tó væl at summar fyritøkur stúra.
- Fáa vit revsitoll, so fer tað at raka smáu og miðalstóru fyritøkurnar so teirra vørur verða dýrari. Tað kann blíva hart hjá teimum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo