Býarsavnið hevur framleitt tríggjar partar av poddvarpsrøðini Gripagoymslan. Í hvørjum parti verður ein serstakur lutur funnin fram úr goymsluni hjá savninum.
Poddvarpið er ein kanningarferð aftur í tíð, har verturin saman við einum heimildarfólki granskar lutin og ta tíðina, luturin hoyrir til. Fyrsti partur snýr seg um eina apu, sum var víst fram í Havn beint fyri aldaskiftið 1900. Annar partur snýr seg um krígsmóta og lívið í Havn undir krígnum, og triði partur snýr seg um fyrstu føroysku popplátuna “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”. Slagaran yvir øllum føroyskum slagarum!
Sendingarnar eru ókeypis og liggja á heimasíðuni hjá Tórshavnar býarsavni www.byarsavn.fo/poddvarp og á Spotify og Apple Podcast.
Býarsavnið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, og vónar, at fólk fara at hugna sær í Gripagoymsluni um jólini!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo