Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(mynd: Jonathan F. Marquez)

(mynd: Jonathan F. Marquez)

(mynd: Jonathan F. Marquez)

Á seinasta hydrografitúri hjá Jákup Sverra løgdu vísindafólk og manning merki til eitt óvanliga stórt tal av eini serligari hvalspýggju á Føroyabanka og í ein útsynning úr Føroyum. Talan var um hvalspýggju úr hópinum siphonophorum, sum er eitt gjøgnumskygt, gelekent djóraplankton.

- Hesar hvalspýggjur eru trupular at taka sýni av fyri at staðfesta slagið, tí tær eru so viðbreknar. Men talan er allarhelst um eitt slag sum hevur fingið føroyska navnið “Perlubandshvalspýggja”, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Higartil finst ongin skráseting av hesi hvalspýggju inni á føroyska landgrunninum.

Apolemia uvaria, perlubandshvalspýggja, finst í høvunum kring allan heimin. Seinastu tvey árini eru fráboðanir komnar um vaksandi mongdir av hesi hvalspýggju í norskum sjóøki. Hetta vaksandi talið hevur skapt avbjóðingar fyri alivinnuna í Noregi. Hví talið er vaksið er óvist; tað kann hava samband við øktar mongdir av øðrum hvalspýggjum, sum eru føði hjá siphonophorum, ella við broytingar í útbreiðslu av vatnmassum.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo