Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í samband við, at Karin Jacobsen hevði 50 ára starvsdag í Tórshavnar kommunu, og fekk handað gullheiðurstekin Tórshavnar býráðs

- Eg fegnist um avtaluna, og at føroyska botnfiskakvotan í norskum sjógvi í 2025 bert í avmarkaðan mun er ávirkað av stóru niðurgongdini í heildarkvotunum í Barentshavinum. Hetta munar væl í samlaðu nøgdini, sum skipini hava at fiska

Sambært advokatinum verður Watson nú leyslatin og kann fara til Fraklands, skrivar Sermitsiaq

Ein dómari í New York hevur avvíst royndina hjá komandi forsetanum Donald Trump at sleppa sær undan sonevndu hússj-hússj pengunum, sum hann er dømdur sekur í afturi í mai

- Tað vóru knapt 180 fleiri starvsfólk í november í ár samanborið við í fjør

Tingið kemur saman klokkan 10 í morgin og eru fýra 3. viðgerðir á skránni

Trygdartænastan í Ukraina (SBU) beindi fyri russiska generalloytnantinum Igor Kirillov, sum doyði í eini spreinging í Moskva í morgun

Temaðið í ár er "Jólanátt" og skráin hjá kórinum hesaferð avspeglar tí eisini temaðið

Stendur tað til Súna Christiansen, stigtakara, so skal tað um eitt ár verða møguligt at keypa Streetfood - “gøtumat” á føroyskum - í ovastu hædd í Bacalao (Mynd: KVF)

Sum undanfarnu mongu árini bjóðar Siloakórið í Fuglafirði til eina jólaliga sangløtu!

- Vit hava mist ein sera dugnaligan og viljasterkan vinnulívsmann

- Starvsfólkatrotið innan eldraøkið krevur nýhugsan og ítøklig stig, eitt nú møguleika fyri fjarlestri

Jóhannus Joensen, samgongulimur, spurdi Ruth Vang um tað sum var tikið frá fólkaskúlanum kundi koma aftur á fíggjarlógina undir 3. viðgerð

Undir viðgerðini av fíggjarlógini á løgtingsfundinum í dag, nevndi Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, nøkur áhugaverd fíggjartøl

- Eg haldi tað er bæði eitt dirvi og eitt bragd at fáa undirskot á fíggjarlógini

Donald Trump sigur, at hann fer at tosa við bæði Putin og Zelenskyj til tess at fáa ein enda á krígnum í Ukraina

Liljan Weihe og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi taka ikki undir við einum søluliði í elveitingarlógini, og tí er ikki meiriluti fyri hesum í samgonguni, skrivar KVF

Ein meiriluti í týska samveldistinginum sigur seg ikki hava álit á týska kanslaranum Olaf Scholz, og sostatt er týska stjórnin fallin, skrivar Reuters

Sølan av atgongumerkjum til heimadystirnar í HM 2026 undankappingini er byrjað. Í fyrstu atløgu verða einans pakkar settir til sølu, og allan desembur mánað lata vit 25 prosent í avsláttri

Tilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurningurin er, um Føroyar í nóg stóran mun lúka hesi krøvini. Tað kemur fram í grein, sum Kalpana Vijayavarathan-R, granskari á Námsvísindadeildini, hevur latið úr hondum

Neistagentur og -dreingir undir 8 ár eru blivin partur av, “Hey-liðnum”, sum er eitt danskt initiativ undir Hej fonden

- Eg havi sett mær fyri, at krav verður sett útlendskum arbeiðstakarum um at vísa revsiváttan, tá ið teir søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað verður í løtuni arbeitt við hesum málinum

- Eg vil takka meirilutanum í Tórshavnar býráð, sum á býráðsfundi tórskvøldið samtykti at flyta Tjóðleikhúsið av Eystaru bryggju. Hetta er ein skilagóð avgerð

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy

Íslendski sangarin og undirhaldarin Geir Ólafsson hevur endurinnspælt gamla slagaran "Jólamaðurin kemur í kvøld". Í hesum sambandi hevur hann eisini spælt inn eitt spildurnýtt sjónbandalag, ið er upptikið í gomlu Havnini

26 bovlarar møttu til ársins seinastu Special Olympics kapping, og var bovlað í trimum deildum

- Eg standi leysari av avtaluni nú, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, um avtaluna sum Sambandsflokkurin gjørdi við samgonguna um alivinnuna

- Tróndur, tú ert av virknastu listafólkum, vit nakrantíð hava átt. Tíni verk eru í mongum av heimsins londum. Eitt serligt við tær er eisini, at tú hevur fingið listina út til fólkið

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur (Broyttir stuðulssatsir og broyttar reglur fyri umsóknir og útgjald) er til viðgerðar í løtuni

Samanumtikið eru fleiri av høvuðsbotnfiskastovnunum væl fyri, men vánaliga støðan hjá toskinum á Landgrunninum hevur við sær, at mælt verður til at fylgja endurbyggingar-ætlanini og skerja fiskidagarnar 10%

Nýggj kanning hjá m.a. Sjúrði Hammer, granskara á Fróðskaparsetri Føroya, fær hann at rópa varskó: - Verður veiðibann ikki straks sett fyri havhest, ritu og kjógva, so er vandi fyri, at hesi trý fuglasløgini doyggja út í Føroyum

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan fer at leggja fram ársfrágreiðing sína fyri 2023 í Smæruni í Havn í dag, mánadagin 16. desember, klokkan 14.00-16.00

Tað er orsøkin til, at formaðurin í Miðlastuðulsnevndini legði frá sær eftir longri umhugsanartíð og samanumtikið ikki metti seg hava umstøður at røkja sessin á fullgóðan hátt

Við einari millión krónum, sum komu inn til landsinnsavningina herfyri, hevur Reyði Krossur Føroya sent stuðul til hjálpararbeiðið í tveimum hart raktum londum

- Í juni varð semja gjørd við Noreg og Bretland um býti av makrelinum – og nú er so gjørd strandalandasemja millum Føroyar og Noreg um norðhavssild

Tað kann gerast dýrt at keypa sjokulátu til jóla. Síðani septembur er prísurin á kakao farin 80 prosent upp, vísa tøl frá International Cocoa Organization

- men tapti 3-2 fyri Fleyr og misti annaðplássið

Marc Cucurella og Nicolas Jackson skoraðu bæði málini hjá Chelsea í dystinum móti Brentford á Stamford Bridge sum endaði 2-1. Chelsea andar nú í nakkan á Livrpool

Eitt skifti er hent í Manchester United við nýggja venjaranum, sum hevur fingið leikararnar at renna, og eisini vinna

- Eftir at Mjølnir í eina tíð hevur ligið á fyrstaplássinum í Polestar-deildini, er SÍ aftur á tindinum eftir samanumtikið lættan sigur á ÍF í dag

- Í novembur var mánaðarliga miðallønin per persón 35.864 krónur. Hetta er 4,5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør

- Samgongan útsetti og lækkaði javningina av lestrarstuðlinum, tí fáa lesandi við nýggjastu javningini einans 179 krónur meir um mánaðin

- Tað fyrsta, ið sitandi samgonga gjørdi, var at økja aðalráðini úr 7 og upp í 9. Løgmaður segði tá, at broytingin ikki skuldi kosta fleiri almennar skattakrónur, men veruleikin hevur víst seg at vera ein heilt annar

Formaðurin í Miðlastuðulsnevndini, Janus Haraldsen, hevur lagt frá sær, váttar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fyri VP

Sambært útlendskum miðlum fingu tveir russiskir tangabátar, har annar er sokkin, trupulleikar í ódnarveðrinum í Svartahavinum

Talið av persónum undir 50 ár sum fáa staðfest tarmkrabba, økist í øllum heiminum. Tað stendur at lesa í ritgerð sum er almannakunngjørd í The Lancet Oncology

Tað verður nógvur vindur og nógv avfall fleiri av døgunum. Men onkran dagin verður eisini heilt gott veður

Ein semja er nú gjørd í málinum ímillum ABC News og nývalda forsetan í einum málin um útspilling. Donald Trump skal hava 15 mió dollarar í endurgjaldi

Iranska sangarinnan Parastoo Ahmadi er handtikin eftir at hon sendi beinleiðis á Youtube uttan nakað á høvdinum og í kjóla uttan ermar

Mótmælini halda fram í Georgia eftir at tjóðartingið leygardagin valdi tann antivesturhalla Mikheil Kavelasjvili sum nýggjan forseta í landinum