Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fremsta og gyltasta málið eitt kommunustýri eigur at arbeiða við, er at gera tað liviligt hjá teimum sum hava valt Sandsbygd til.

Tí koma vit á Lista A at leggja dent á at loysnir ið valdar verða, skulu fyrst og fremst gagna borgarum her á staðnum.

Sum dømi um hetta kann í samband við øktu ferðsluna í oynni nevnast, avbjóðingarnar ið hagarnir fyri vestan hava av óviðkomandi bilum, tá rakstur er fyri í høgunum har.

Vit á Lista A fara at skipa soleiðis fyri, at teir dagarnar tá rakstur er í høgunum fyri vestan, verður Søltuvíkarvegurin stongdur fyri óviðkomandi ferðslu, so at tey sum varða av høgunum í friði og náðum kunnu reka og føra skurðin trygt til hús, uttan ampa av óviðkomandi ferðslu.

Við ársenda 2025 skal kommunan hava latið eina ferðavinnuætlan inn til landið, sum ásetur hvar og hvussu gangast kann í høgunum á Sandi í ferðavinnuhøpi.

Vit á lista A vilja at eigarar og festarar ikki bara skulu hoyrast í hesum høpi, men skulu luttaka aktivt í avgerðini um hvussu ferðavinnan skal skipast.

Eisini vilja vit á Lista A leggja stóran dent á at verja lendið, ið er brúkiligt til landbúnað, og heldur staðseta okkara framtíðarbygging har landbúnaðarlendi ikki fer fyri skeyti.

Saman um Sandsbygd

Brandur Sandoy,
valevni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo