Fyrr í kvøld ringdi demokratiska forsetavalevnið Kamala Harris til republikanska forsetavalevnið og vinnaran á forsetavalinum, Donald Trump, og ynskti honum tillukku.
AP skrivar, at tey bæði tosaðu í eina løtu og vóru samd um, at nú ræður um at "sameina tjóðina".
Eisini sitandi forsetin, Joe Biden, hevur ringt til Donald Trump og ynskt honum tillukku og bjóðað honum at vitja í Hvítu Húsunum.
Kamala Harris fer at halda røðu klokkan 21 í kvøld okkara tíð. Joe Biden, forseti, heldur røðu fyri tjóðini í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo