Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Donald Trump er nýggjur forseti í USA, og ikki bara tað, valið í gjár hevur eisini givið honum, ella rættari Republikanarunum, valdið í Senatinum, sum er annað av kømrunum í Kongressini. Varðveita teir eisini meirilutan í Umboðsmannatinginum, so sleppa vit ikki uttanum, at Donald Trump er komin í eina ynskistøðu, tí so kann hann stórt sæð gera sum hann vil.

Áðrenn valið høvdu Demokratarnir ein lítlan meiriluta í Senatinum og Republikanararnir ein lítlan meiriluta í Umboðsmannatinginum. Skal ein nýggj lóg setast í gildi, so skulu bæði kømrini í Kongressini samtykkja hana fyrst.

100 sessir eru í Senatinum, har hvør statur hevur tvey umboð og 435 í Umboðsmannatinginum, har fólkaríku statirnir hava umboð alt eftir fólkatali. Umboðsmannatingið situr eisini á pengakassanum, og kann tí tann vegin ávirka førda politikkin í ávísan mun.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo