Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Næsta ár verður tað helst møguligt at taka eina blóðroynd sum so sigur um tú hevur Alzheimer. Professari kallar tað «revolusjonerandi»

Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025

- Í samferðslu ætlanini hjá Landsverk frá 2018 er gjørd tilmæli um hvussu farleiðirnar skulu raðfestast. Og har er greitt at Sandavágshálsur – Sandavágur – Miðvágur eigur at verða gjørt áðrenn Vestmanna leiðin

- Landsroyndirnar komu, tí táverandi skúlamyndugleiki vildi hava eftirlit við, hvussu tað fakliga stendur til hjá einstaka skúlanum, næminginum og fólkaskúlanum sum heild

Fleiri av framløgunum eru nú tøkar

Í landnámsbygdini Hovi í Suðuroy hevur verið talan um at smíða víkingaskip. Vøkur smiðja at smíða seymin í er reist, og neyst í víkingaaldarsniði skal byggjast. Í neystinum er so ætlanin at smíða víkingaskip við norska Gokstadskipinum sum fyrimynd

 

- Vesturheimurin skal vita, at Russland ætlar sær at koma við hóskandi svari uppá avgerðina hjá USA at loyva Ukraina at brúka rakettir, gjørdar í USA, til at raka mál í Russlandi, sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta

- Røktarheimið Lágargarður lat upp í 1987, og er tørvur nú á at høvuðsumvæla køkin. Umframt mat til heimið, ger køkurin dagliga mat til Tjarnargarð, virkisstovuna og umleið 110 heimabúgvandi pensjónistar

Tak dansilagið við tær á OY Voxbotn, tí Goodboys fara at umskapa Vágsbotn til evropiskan náttklubba, tá teir fara á pallin. Teirra fangandi og melodiski tónleikur hevur brúsað um allan heim, og nú er tað okkara túrur at hoppa við

- Um røtt tøl verða brúkt vísir roknistykkið, at javnvág er í avtaluni millum Føroyar og Russland

Hann stakk ein annan mann í bringuna í Skálafirði í gjárkvøldið

Landsfelag Pensjónista vil enn eina ferð hava Stýrið fyri AMEG at endurskoða útgjaldið fyri 2025

- Umleið 7 prosent av føroyska útflutninginum fór til Russlands í 2024. Hetta hevur eitt virði upp á umleið 800 milliónir krónur, er millum niðurstøðurnar í nýggjari frágreiðing sum verður løgd fram í næstum

Í dag hevur Posta við Jólamerkjagrunninum latið 225.000 kr. til vælgerandi endamál. Stuðulin er býttur millum fýra ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung

- Veruliga talið av føroyskum lesandi í Danmark er meir enn tvífalt so høgt sum talið, sum Terji á Lakjuni hevur útleitt úr uppteljingini av teimum, sum fáa ferðastuðul frá Studna

Íkast til “kjakið” ella narrativið um, at tey ungu lesandi flyta av landinum

Kærleikskúlan 2024 verður avdúkað í Listasavn Føroya, týsdagin 26. november kl. 10.00

Íslendski framleiðarin, Fríðrik Þór Fríðriksson, sum í 1992 varð Oscartilnevndur fyri vakra filmin Börn náttúrunnar, sigur, at Føroyar vórðu valdar sum upptøkustaður, tí tær verða nevndar í skaldsøguni hjá Guðbergi Bergsson, sum filmurin byggir á

Boð vórðu send eftir tyrluni at hjálpa einum fólki sum var farið til gongu í fjøllunum og eftir øllum at døma ikki fann oman aftur

Farna vikuskiftið luttóku 5 føroysk toymi í stórari CrossFit-kapping í Livingston í Skotlandi har umleið 70+ lið vóru tilmeldaði. Øll liðini skuldu kappast í 4 ymsum kappingum og fingu føroysku liðini góð úrslit

Talan er um tiltak við staðbundnum dygdarhandverki úr ull, skinni, leiri, træi og øðrum góðum tilfari. Eisini er smakkgóða mathandverki frá føroysku bygdunum umboða á tiltakinum

Millum annað politiið og gransking fáa høga raðfesting, men eisini filmsgerð og bjargingarbáturin Rescue Lív eru við

- Avgerðin hjá Altjóða Revsidómstólinum er skammilig, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden

Í dag kemur Poetikkur eftir heimspekingin Aristoteles út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út

Listasavn Føroya bjóðar til móttøku fyri nýggja tíðarritinum Periskop við evninum «Føroysk listasøga í dag»

Fráboðanin kemur bert fáar tímar eftir at undanfarna valið til løgmálaráðharra, Matt Gaetz, segði seg frá eftir fundir við republikanskar senatorar í Kongressini

Pínufult nemandi endar leikurin, tá tey bæði grágomlu aftur eru einsamøll, nú í allari bygdini, og royna at sløkkja hjá grannanum, men tað eydnast ikki

- Tann, sum ikki visti betur, kundi eftir D&V í kvøld næstan fáa ta fatan, at vit fáa eina rúgvu av fiski frá Russlandi - og lata einki afturfyri

Áhugin er vaksin, síðani bretska stjórnin hevur hækkað kolvetnisskattin upp í 78 prosent, skrivar KvF

Talan er um eitt aftursvar uppá vesturlendska "aggressión", sigur russiski forsetin

Umframt at dagføra avmarkandi tiltøkini á yvirtiknum málsøkjum, er ætlanin við nýggju kunngerðini at gera reglurnar greiðari og einfaldari at umsita

- Eg eri djúpt skuffa og kedd av at Almannaverkið tykist vera so illa fyri, at man ikki kann veita stuðul til fólk, so man kann hava eitt nøkurlunda virðiligt lív

Eldgosið á Reykjanesi í Íslandi, sum í gjár fór aftur at goysa, hevur nú elvt til stóran skaða við Bláa Lónið

Dómur er nú sagdur í Landsrættinum, har Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fekk viðhald í einum máli millum P/F Thor / P/f BankNordik og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

- Tann, sum hevur upplivað eina dýrdarløtu við Gróthúsvatn á Sandi, ikki minst eitt summarkvøld, ivast ikki: Hatta vatnið, hatta økið, er so serstakt viðvíkjandi fuglalívi, plantulívi og landslagi, at vit mugu gera alt fyri at varðveita tað

November er farin at halla, og tað merkir at nú fara jólaborðhaldini so smátt at byrja. Og tá eru tað mong, sum smakka sær á. Tí er aftur hóskandi at minna á, at rúsur og ferðsla hoyra ikki saman

Lunnar verða lagdir undir eina nýggja og breiða langtíðarætlan fyri heilsuverkið, sum fevnir um tíðarskeiðið 2025–2035

Aftaná nærum tvær milliardir krónur í nettoskuld til útlandi í 2022, hava Føroyar aftur nettoogn uttanlands í 2023

- Í dag havi jeg meldað meg úr Javnaðarflokkinum, og er tað sum ein beinleiðis avleiðing av tí stríði og teimum ósemjum, ið hava verið í sambandi við kommunuvali, sigur Bjarni Johansen í tíðindaskrivi

Lær at skipa fundir og bert innkalla røttu fólkini. Skeiðið er bert 3 tímar, tú sparir tíðina inn fleirfaldað

- Tíggju ár eftir makrelstríðið er ríkisfelagsskapurin aftur í eini løgnari støðu, har Danmark kann enda við at revsa Føroyar. Danska stjórnin skal ikki lata seg trýsta av einum sjálvrættvísum ES

- Nú stundar til jóla, myrkt, men hugnaligt inni og tó ikki so hugaligt úti. Í øllum førum ikki hjá teimum, sum skulu um Høgareyn

Marius Borg Høiby er varðhaldsfongslaður í eina viku fyri harðskap og neyðtøkur

– Føroyskir stovnar, fjarskiftisveitarar og bankar eru farin í felags kunningarátak ímóti snýti á netinum

Polestar-deildin: Ternan – ÍF 3-1 (27-25, 17-25, 16-25, 24-26)

Eldgos er aftur á Reykjanesrygginum í Íslandi. Býurin Grindavík og Bláa lónið eru evakuerað

Sambært fleiri altjóða miðlum hevur Ukraina nú eisini skotið langtberandi bretskar Storm Shadow-rakettir inn í Russland

Mikudagin vísir Filmsfelagið ísraelskt-palestinska heimildarfilmin No Other Land. Turið Maria Jóhansdóttir fer at innleiða sýningina

- Við at krevja, at útlendingar læra tvey mál, í staðin fyri at leggja dentin á føroyskt, verður ein óneyðug forðing skapt

Fyri Wall Street Journal nevnir Elon Musk millum annað eina árliga útreiðslu á 535 milliónir dollarar til public service-miðlar og um 300 milliónir dollarar til felagsskapin Planned Parenthood