FSF: – Hetta er ein góð kensla, og eitt sindur spesielt. Men hetta er eisini ein stórur heiður, og vit hava gótt mót til hesar báðar dystirnar, ið eru fyri framman, sigur Eyðun Klakstein millum annað í samrøðu við FSF Varpið, sum hitti fyribils A-landsliðsvenjaran, áðrenn venjingina, sum var í Klaksvík týskvøldið.
Í næstu viku spælir manslandsliðið seinastu dystirnar í hesari UEFA Nations League kappingini, og sum liður í fyrireikingunum venja Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hesa vikuna við teimum, sum til dagliga spæla í Føroyum.
Hóskvøldið klokkan 17:30 venur landsliðið við Løkin í Runavík, og fríggjadagin klokkan 16:30 verður venjingin á Tórsvølli. Venjingarnar eru opnar, og aftaná verður møguleiki at fáa autografar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo