Partarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum sum royna at semjast um nýggjan sáttmála hava fingið eitt semingsuppskot at taka støðu til.
Tað upplýsir Terji Sigurðsson, semingsmaður.
Hann sigur, at tað er og hevur verið ein góður andi í samráðingunum, partarnir eru ikki so langt frá hvørjum øðrum, og hann hevur góðar vónir um, at teir fara at taka undir við uppskotinum. Teir hava fingið freist til á middegi í morgin at svara.
Tað er Starvsmannafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin sum samráðast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo