Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skattakrónurnar, ið koma inn í kommunukassan, verða goldnar av borgarum við ymiskum áhugamálum, ynskjum og tørvum.

Tá tað kemur til nýtslu av peninginum, so hann ger mest nyttu fyri flest møguligar íbúgvar, er tað kanska ikki lætt at gera øllum til vildar. Kortini liggur tað á kommununi at gera sítt besta at stuðla uppundir kropsliga rørslu so breitt sum gjørligt.

Tá um ræður frítíðarítriv er lætt at síggja íløgurnar, sum seinnu árini eru gjørdar í ítróttargreinar, sum hava við bóltspæl at gera. Mong eru kortini, sum als ongan áhuga hava fyri bóltspæli, men heldur ynskja betri umstøður til ríðing, skoyting, hockey, dans og annað mangt.

Hergeir Staksberg, næstformaður fyri Skatefelagið vísti í grein á lesarin.fo á tørvin á uttandura øki til tey, sum standa á skateboard, rulliskoytum o.líkn.

Tað skuldi verið lagamanni at gingið hesum ynskinum á møti. Íløgur, havi eg nevniliga latið mær fortalt av ovastu rók í Tórshavnar kommunu, eru ongantíð ein trupulleiki. Rakstrarútreiðslur hinvegin eru ein risastórur trupulleiki, og hesum vilja tey í Skatefelagnum sjálvi taka sær av.

Loysnin eigur tí at vera í eygsjón: at finna egnað øki í býnum og seta pening av til íløguna. Takk fyri góða hugskotið Hergeir!

Anna Margretha Otthamar
Valevni hjá Miðflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo