Tað er ov tíðliga enn at siga nakað um, hvussu úrslitið av amerikanska forsetavalinum kann ávirka okkara heimliga vinnulív.
Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sum flytir millum ein fjórðing og ein fimting av síni framleiðslu til USA.
Donald Trump hevur sagt seg vilja byggja hægri tollmúrar fyri at verja heimligu vinnuna. Og tað hevur verið nevnt, at innfluttur alifiskur skal hava 10% av tolli lagt omaná prísin.
- Hendir tað, verður trupult hjá okkum at fáa sama prísin fyri vørurnar, tað er sjálvsagt. Tí hækka vit prísin, so minkar sølan. Men nú noyðast vit bara at bíða og vita, hvat fer at henda, sigur Regin Jacobsen í stuttari viðmerking við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo