Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og mentamálaráðið: Í galdandi almannapensjónslóg er ásett, at pensjónsaldurin skal fylgja gongdini í livialdrinum hjá føroyingum.

Men tað er eisini ásett, at hækkingar í pensjónsaldrinum skulu leggjast fyri Løgtingið. Tí hevur Almanna- og mentamálaráðið í dag sent uppskot til ummælis, ið ásetir, at pensjónsaldurin árini 2035 til 2042 hækkar stigvíst úr 68 upp í 70 ár. 

Uppskotið hevur til endamáls at betra um haldførið í føroyska búskapinum og er ein liður í at tryggja, at vit eisini í framtíðini kunnu varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.

Miðað verður eftir at fáa eina breiða politiska semju um pensjónsaldurin. Politiskar samráðingar eru millum politisku flokkarnar, men enn er ikki komið á mál, og samráðingarnar halda fram komandi tíðina.

Ummælisfreistin er 04.12.2024.

Síggj alt uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo