Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur var í kringvarpinum og greinaði støðuna, har privat vinnulívsfólk í Norðoyggjum hava givið Klaksvíkar Sjúkrahúsið ein skannara.
Hetta fekk øði í fleiri klaksvíkingar, tí Súsanna Olsen eisini er býráðslimur í Havn fyri Framsókn.
Ein, sum gjørdist illur, var Jógva Skorheim, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík. Hann er í okkara Skannara saman við Katrini Petersen, tíðindaleiðara í Kringvarpinum.
Og hvat hugsaði politiið, tá tey løgdu mynd út av einum manni, sum hevði brotið ein rút í Listasavninum. Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum, sigur at var álvarsamari enn tað.
Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen gera sendingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo