Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Tá ið vit umrøða tíðina, hátíðir og merkisdagar kann verða sagt, at nógv ferð er á hjólinum. Sipað verður til veruleikan, at tíðin tykist ganga skjótt, at arbeiðsvikan er ikki meira enn byrjað, so er vikuskifti. Nakað tað sama verður sagt um feriur og frídagar

Skótar í KFUK ganga Luciu, og genturnar í Døggdropanum framføra

- Umráðandi er, at eg eri búgvin at møta mínum Guði, at eg nýti tíðina rætt, so eg eri ferðabúgvin, tá ið tað lýsir í eystri og skyggir í vestri. Ferðabúgvin tá boðini um at flyta verða givin

Sum ljós av høgum himli komu orðini til mín. Frá at vera í iva gjørdist eg sannførdur

At stíga inn í tøgnina og vera hjástaddur í kvirru. Viðhvørt er løtan mettað og skaðin so stórur, at tøgnin er hóskandi. At vera hjástaddur slíkar løtur er ein góð hjálp

Vøkur og kær minni vitja, nú minningardagur teirra sjólátnu nærkast. Minnini um tey, ið fórust í yrki á sjónum ella sjólótust. Minnini um tey, ið á annan hátt fórust í sigling á havinum ella fórust við heimligar strendur

- Máliskan “at hvíla í sær sjálvum” er sigandi. Tá ið útsøgnin verður brúkt, vænta vit, at hann ella hon hevur yvirskot, og at tey eru støðuføst

Sannur djúpur kærleiki hevur sína fyrimynd. Guðs egni kærleiki ta ferðina hann gav jørðini einborna son sín sum frelsara. Gav tað dýrasta hann átti, tí kærleikin fellur ongantíð burtur

Tað finst ein máttur, ið er sterkari enn vanlig styrki. Tað er ein friður, ið ber av øllum viti. Tað er ein kraft, sum vellir fram, so at sum dagurin tín er, skal styrki tín verða

Tað er ein vøkur og hugtakandi sjón at síggja børn og ung í kirkjuni og uppliva, at tey búnast og taka ábyrgd av teirra guðstrúgv.

Kirkjur og samkomur leggja tað besta niður í barnasinnið, hóast orðaval og arbeiðshættir víkja nakað hvør frá øðrum

- Eingin av okkum er so illa farin, at ikki okkurt gott framvegis býr í okkum. Um alt tykist skolað burtur, so eru fingramerki skaparans sjónlig, hann, ið skapti okkum í síni mynd

Tá ið tað gongur til vildar, og viðrák er á lívsleiðini, hugsi eg, at eg eri dugnaligur og klári meg sjálvur. Tá ið lívið kennist tvørligt, og einki vignast, veit eg av royndum, at Guðs hendur halda

Friðurin er ein orkukelda, ið gevur megi og mátt. Friðurin er orkusparandi, tí kreftirnar verða nýttar til tað neyðuga og tað gagnliga verkið, ið avrikast skal

- Tað persónliga er ein týðandi partur av lívinum. Tað gevur felagsskapinum hita og hjartablóð. Samstundis er felagsskapurin eitt berandi bulvirki bæði við atliti at lívinum og trúnni

- Tað er eitt kent hugtak innan etiska hugsan. Tað er eins og ein lykil, ið letur læstar dyr upp. Tað liggur í tíðini og andar við tíðarandanum, at vit virða hvør annan hóast mótstríðandi sjónarmið

Tað veruliga virðið av einum arbeiði kemur til sjóndar, tá ið tað, gerast skal, ikki verður gjørt

At vakna ein vakran morgun og síggja sólina senda sínar fløvandi geislar inn ígjøgnum gluggan. Ljósið er kveikjandi, tað gevur lív, hita og áræði

- Gáttin inn í kirkjuna skal vera lág. Tað skal vera høgt til loftið og vítt til veggja

- Umráðandi er at síggja heildarmyndina, at tann, sum setir niður, og tann, sum vætir, starva í sama verki. Áminningin staðfestir, at okkara partur í Guðs ríkis víngarði fevnir um eitt avmarkað øki

- Við andlát og jarðarferð kemur okkum til hugs, at omanfyri skýggini er luftin altíð blá, svá danska songkvinnan Anne Linnet syngur. Avbjóðingin er, at tá ið ein av okkara kæru liggur lágt og fær boðini at fara, síggja vit valla ta bláu luftina fyri sorg, támi og sorta

At fáa eina vakra heilsan frá fólki, ið vit møta á leiðini. At verða sæddur við mildum eygum. At verða stuðlaður av hondum, ið leiða lagaliga. Tað ger nakað við okkum, lívgar og gleðir

Dýrabiðidag verður staðfest, at tær staðbundnu kirkjurnar eru ein partur av samfelag teirra heilagu, Jesu Kristi kirkju. Bønin í Jesu navni er tað andaliga bindiliðið millum brøður og systrar í Harranum

Í skriftini verða vit mint á at halda hvíludagin heilagan. Okkum er givin ein fyrimynd, tí Jesus fór, sum hann var vanur, hvíludagin inn í samkomuhúsið

- Tað hevur verið mangt og hvat á mínari lívsleið. Lættar sum tyngri uppgávur, fólksins neyð og sorg. Og ikki minst tey persónligu mistøkini, ið elva til kvøl og trega. Havi nú valt at siga frá opinberingini í eini andakt á VP

- Guðs kærleiki fellur ongantíð burtur. Hesin kærleikin er tilverunnar kervi og festur í heimsins upphavi, tí hann er Guðs egni samleiki. Soleiðis er Guð, og soleiðis er hansara vera og lyndi

Eins og tað makliga lotið kennist andans friðsæla kvirra. Sum fleyrið á sumri yndisligt og unniligt. Sum ein várligur nælandi spíri. Sum ein litríkur dagur á heysti, tá ið tey følnaðu bløðini stillisliga detta av trøunum

Í løtum og stakførum flytur friðurin úr mínum hjarta. Friðurin verður heimleysur, og eg gerist friðleysur. Neyðugt er at søkja fyrndargøtur og vitja halgidómin í bøn um fyrigeving syndanna. Tað fer vónandi enn einaferð at bragda við Guðs hjálp í Jesu navni

Tað ljóðar um geilar og stræti. Tað hoyrist sum makligt suð í samtalu millum fólk. Tað hoyrist sum málageipan, tá ið sinnið er nakrar strikur heitari enn miðal. Tað stendur sjónliga skrivað í orðum teirra lærdu og ritum teirra, ið røða um tilveruna, fólksins lív og umstøður

- Hugdi rannsakandi inneftir og úteftir og metti um støðuna í Føroyum. Eru vit frítikin fyri niðrandi eyðmerkingar, ljót orð og happing?

- Hóast vit eru signað við dugnaligum prestum, vóru tað kirkjutænararnir í Sjóvar kirkju, ið breyðføddu mína barnatrúgv. Andaliga føðin strekti væl til dagin og vikuna. Tá ið so prestur vitjaði, og altarborðið var búgvið, var av sonnum hátíð

- Møtti nýliga einum manni á alfaravegi. Hann tyktist hava yvirskot av orku, var glaður og vælnøgdur. Hann spurdi beint fram uttan nakað uttanumtos: Hvussu hevur biskupur tað?

- Kirkjur og kristnar samkomur hava sanniliga verið við til at bygt landið, tikið ábyrgd og lagt úr hondum góð avrik bæði vinnuliga, sosialt og mentanarliga

- Í miðeystri er kríggj millum Ísrael og Hamas. Støðan er ræðandi ómenniskjanslig. Sakleys menniskju verða dripin við tí ræðuleika, ið einans óndskapurin kann fremja í verki

- Mær tykir, at tann politiska skipanin skal raðfesta menniskjað og tað menniskjansliga fremst av øllum, tí lívið er lívið vert

- Friður á jørð verður valla so við bræði. Men, tað er eitt munagott framstig, um góður tokki er í menniskjum og millum menniskju

- Nær er eitt kríggj rættvíst? Nær hava vit út frá kristnum sjónarhorni rætt at byrja eitt kríggj? Nær hevur hevndin í nýggjari tíð gagnað menniskjum og mannaættini?

At vera leiddur til løkin við livandi vatni og drekka úr lívsins keldu. At fáa náðir at steðga á og rinda møðina, har hin ævigi friðurin valdar í fagnaði og góðtokka. Borin av Guðs anda og nomin av Kristi dýrd

Lívið lagar seg ymiskt, og mong eru menniskjans forløg. Lívið er eins og áin, sum við tíðini finnur sær rás. Hóast vit leggja ætlanir, kemur tilvildin stundum á gátt. Frávik verða frá lagdari ætlan

Hendan andaktin er ikki politisk søga ella landafrøðiligar niðurstøður. Ei heldur er talan um vísindaliga staðfesting. Andaktin vellir fram úr tí kristna barnalærdóminum og dvølur har. Ísrael er tað heilaga landið

- Øll, eisini syndarar, eru í Jesu navni vælkomin í kirkju. Kennir tú teg sum syndara, kanst tú við vissu vita, at har eg eri prestur, er í minsta lagi ein annar syndari undir sama taki

Ein sterkur setningur møtti mær í sálmi 116 í Gamla Testamenti eina bønaløtu í vikuni. Orðingin er beinleiðis, stutt og greið. Einki uttanumtos. Einki at blúgvast við. Einki við at seta ljósið undir skeppuna ella fjala høvdið í sandinum

- Vælsignað at eiga kristnar samkomur, ið leska tystar sálir við livandi vatni og geva Guðs Anda loyvi at virka

Nøkur menniskju standa okkum serliga nær. Tey eiga eitt sjálvsagt pláss í hjartanum. Tó, Jesu navn er fremri enn onnur, og tað ger nakað við okkum. Tilgongdin til lívið og dagsins gerning fellur lættari, tá ið Jesus nemur hjartað, hug og sál

Hin kristna trúgvin er ikki ein ókeypis ferðaseðil til eydnu og sælu. Lívið er størri enn menniskjan, og lívsins forløg liggja uttanfyri tað, ið menniskjan megnar

Vit fagna teimum rættindum, ið eyðkenna tilveruna í einum fólkaræðisliga skipaðum samfelagi. Vit kunnu úttala okkum um øll viðurskifti. Onkuntíð er tað enntá okkara plikt at siga frá. Fráboðanarskylda er eitt kent orð

- Fyri mær er lívið vakurt og dýrabart. Men samstundis er lívið ein stór avbjóðing

Vit kunnu taka ímóti gleðini ella vísa henni frá okkum. Vit kunnu ikki seta henni treytir, tí so hvørvur hon, áðrenn vit vita av

- Tað finnast einans vanlig fólk. Fólk eru ikki óvanlig, um tey onkursvegna víkja frá meginregluni við atliti at hugburði, lívsførslu ella samleika

Ver nøgdur við tað, ið tú hevur. Henda barnalærdómin fingu mong av okkum í vøggugávu heimanífrá. Tað var ein góður lærdómur, tí nøgdsemi elur vælveru og trivnað. Vælsignað er tað heim, har nøgdsemi er tónin innanveggja

- Fólk møtast, og kærleikin kemur av sær sjálvum. Talan er um eitt løgið fyribrigdi, tí kærleikin er har, áðrenn vit varnast. Vit verða nærmast tikin av bóli, og kenslurnar taka ræðið og stýra. Aloftast kemur tað skilvísa vitið haltandi aftaná