Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: SÍ tveitti eina 10-4 leiðslu burtur í fyrsta setti, tá ið Fleyr vann átta stig á rað og fór framum 12-10, eftir at SÍ ikki fekk bilbugt við servunum frá Mattias Nolsøe Isaksen – harímillum trý ess. SÍ vann tó leiðsluna aftur og settið 25-21.

SÍ fór framum 23-22 í øðrum setti, eftir at Fleyr annars hevði verið frammanfyri mesta partin av settinum, men Fleyr endurvann leiðsluna og vann settið 27-25 við triðja settbóltinum.

í triðja setti skiftust liðini um at vera á odda, og soleiðis gjørdist støðan 22-22, áðrenn Fleyr vann avgerandi bóltarnar og settið 25-23.

Eftir 10-10 í fjórða setti dró SÍ frá og vann 25-21, og so var javnbrótari á skránni.

SÍ legði seg á odda við einum og tveimum stigum, men við fýra á rað fór Fleyr framum 7-5. SÍ vann tó fimm stig á rað og fór frá 7-8 upp á 12-8 m.a. við smassji og risablokki frá Mileta Vesovic , og hetta gjørdist mønustingurin hjá Fleyr. Dystarbóltin vann SÍ, eftir at Fleyr hevði verið í netinum.

Við teimum tveimum stigunum fyri sigurin fór SÍ tvey stig framvið á Mjølni, sum liggur nr. tvey á stigatalvuni við níggju stigum eins og Fleyr, men Fleyr hevur tó spælt ein dyst meira enn hini bæði. Sunnudagin hevur Mjølnir tó møguleikan at taka fyrstaplássið, tí tá verður oddadystur millum Mjølnir og SÍ í Klaksvík.

Støðan í Polestar-deildini:

Nr.

Lið

Dystir

Settmunur

Stig

1

4

9

11

2

Mjølnir

4

5

9

3

Fleyr

5

-4

9

4

ÍF

3

-6

1

5

Ternan

4

-12

0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo