Ísrael hevur leysgivið dronuvideo sum vísir ein særdan Yahya Sinwar sitandi í einum stóli í einum sundurbumbaðum húsum í Gaza stutt áðrenn hann verður fyribeindur. Tá hann sær dronuna kastar hann ein lut eftir henni. Seinni skjýtur ein stríðsvognur hjá Ísrael eftir húsinum, og Hamas leiðarin letur lív.
Tað var ikki fyrr enn alt var liðugt, at Ísrael uppdagaði, at tað ikki var nakar púra vanligur Hamas yvirgangskroppur sum var fallin. Teir fingu illgruna um at tað var Yahya Sinwar tá teir sóu andlitið og sermerktu oyruni hjá honum. Seinni hava dna royndir staðfest, at maðurin á myndunum var Yahya Sinwar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo