Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Innsent: Bókin, ”Ein undursom bjarging”, er júst útkomin og liggur í øllum bókhandlum um landið. Í teimum 288 síðunum eru 72 søgur.

Tær venda sær til børn og ung, men eru eisini væl egnaðar at lesa hjá vaksnum.

Søgurnar eru úr ymsum londum og eru bæði uppbyggiligar og spennandi at lesa. Tær bera ein góðan kristiligan boðskap.

Katrin Joensen hevur týtt søgurnar.

Janus Guttesen hevur myndprýtt permuna og gjørt tekningar í bókini.

Bókin er í litum, hevur stíva permu.

Ummæli:
”Sum pápi havi eg notið gott av góðum barnasøgum at fortelja børnunum á songarstokkinum og harímillum eru hesar søgur. Væl fortaldar søgur við hjartanemandi og rámandi hendingum. Eisini eru tær bíbilskar og evangeliskar á slíkan hátt, at man merkir Guðs kærleika og ynski um at náa øll menniskju og ikki minst børnini. Sum prestur havi eg eisini tørv á slíkum søgum at fortelja í barnahædd.”
Jákup E. Petersen, prestur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo