Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tórshavn er í ferð við at menna seg til ein lestrarbý, og pallborðsfundurin í Silo setti fokus á evnið um lestraríbúðir. Ein týdningarmikil partur av hesum er at skapa lestraríbúðir, ið eru nær lestrarstaðnum.

Hvussu kann hetta gerast?

Í skrivandi stund er partur av grasvøllinum “á Frælsinum” gjørdur til parkeringspláss, og her kundi eisini verið bygt parkeringshús ella kjallari í fleiri hæddum.

Hetta skal gerast soleiðis, at lestraríbúðirnar verða bygdar omaná, og at útsýnið hjá grannunum verður skert so lítið sum møguligt.

Við hesum tilgongdini verður eisini møguleiki at fáa fleiri parkeringspláss til setrið og lestraríbúðirnar.

Hetta er ein gyltur møguleiki at fáa bæði bústað fyri lesandi og pláss til bilarnar, og tí verður Tórshavn eisini enn meira atkomuligur sum lestrarbý.

Lesandi koma at búgva tættari við lestrastaðnum, og fáa allar hentleikar í nærheitini, so sum, stutt til handils, sjúkrahús, miðbýin og gott buss samband.

Kampus er eitt landspolitiskt mál, men við tað, at KAMPUS liggur í Tórshavnar kommunu, er tað týdningarmikið, at kommunan nýtir sína ávirkan í hesum máli.

X við Jens Knudsen
X við miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo