Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Slipsið hjá Williami fekk eina føling av alheiminum, men liggur nú trygt undir Varða. Eru eyguni ein sentimetur frá nalvanum ber til at hyggja inn í nalvan og njóta hann, sum hann er skaptur, men til ber eisini at hyggja hinvegin - út í rúmdina

- Hvørji krøv eigur Kringvarpið at seta, tá sendingar verða keyptar inn í húsið? Er nakað sum eitur góðskukrøv ella eru tað minuttirnir sum telja?

 

Duga føroyskir miðlar nóg væl at hava haldgóðan og neyvan journalistikk um kríggj og verju?

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini vitjaði eina langa løtu í Føroyum ávegis til Grønlands, men ES ynskti bara tríggjar spurningar á tíðindafundi, og ES ynskti, at danska TV2 skuldi spyrja ein av teimum

 

Altjóða kvinnustríðsdagur, sum allar løgtingskvinnurnar halda í New York, og sjálvandi fellur Facebook-dómstólurin sín dóm – oyðsl og blint samfelagssinni

Hesaferð eru evnini í skannaranum nýggi Public Service sáttmálin ímillum Kringvarpið og almennu Føroyar. Og forkvinnan í Fjølmiðlanevndini kundi hugsa sær fleiri kærur, so miðlarnir fingu greiðari mørk

Vitlíki kann hava risastórar fyrimunir og vansar við sær, og fyri miðlarnar er átrokandi at vísa etiskt fyrilit og at hava gjøgnumskygni í nýtsluni av vitlíki

Skannarin, podvarp um føroyskar miðlar, er aftur í luftini, og hesaferð spyrja vit millum annað politiið, hvat tey hugsaðu fyri sær, tá mynd var løgd út av einum manni, sum hevði brotið ein rút í Listasavninum

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, svarar í Skannaranum, og hann tekur eisini samanum, nú hann leggur frá sær sum leiðari og fer aftur í vanligt journaliststarv

Spjaðingin millum fólk tykist bara at vaksa, og pressan er týðandi leikari. Eitt kríggj fyri og annað eftir fær okkum ofta at fara í ein part og halda lítið um ella fordøma hin partin

Samskiftisfólk í aðalráðunum senda penar stubbar um fíggjarlógina til vikuskiftisraktar miðlar og journalistur sigur bransjuni farvæl og avdúkar samstundis óunniligu arbeiðsumstøðurnar

Danir biðja um umbering, men eiga føroyingar ikki eisini at gera tað? Hví vil Hanna Jensen brádliga bara tala við sínar veljarar gjøgnum Trónd í Gøtu? Og er tað tíðindi, at løgreglan sigur, at eingin hevur gjørt nakað galið? Skannarin melur aftur

Katrin Petersen er summargestur í Skannaranum

Beinta Løwe, fyrrverandi løgtingskvinna og journalist, er summargestur í Skannaranum hesaferð

Helgi Abrahamsen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, er fyrsti summargesturin

Skannarin hesaferð viðger millum annað avgerðina hjá sjónvarpinum í Kvf at nevna nøvnini á tveimum kommunulæknum, sum hava arbeitt (ov) nógv

Skannarin er aftur eftir ein steðg. Enn sum áður er Øssur Winthereig vertur við Brynhild Thomsen sum gestaverti. Og nógvir pressuspurningar eru at seta og fáa svaraðar. Lurta her