Sambært Hagstovuni so búðu 127 fólk í Fámjin í 1985.
Av hesum vóru 65 fólk undir 40 ár.
Í dag er fólkatalið 74. Av hesum eru 20 fólk undir 40 ár.
Játtanin til Fámjinstunnilin nærkast nú 300 milliónum krónum. Hetta svarar til umleið 4 milliónir per íbúgva í Fámjin.
Sambært Landsverk er fjarstøðan millum Øðravík og Fámjin 9 kilometrar.
Við nýggja tunlinum fyri 300 milliónir krónur kann væntast at koyritíðin millum Øðravík og Fámjin kann styttast við trimum minuttum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo