Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Keypssamtøka: Fredensborg Brugsforening (FOB) leggur eina tveysiffraða milliónaupphædd í Føroya Keypssamtøka (FK), og hesar báðar stóru sjálvstøðugu keypssamtøkurnar fara nú undir eitt strategiskt samstarv. Saman stovna tær eitt felag, har hvør eigur 50 prosent, men har Fredensborg Keypssamtøka hevur atkvøðumeirilutan.

Avtalan er gjørd, eftir at FK í fleiri ár hevur havt vánlig rakstrarúrslit, og er í tungum sjógvi fíggjarliga. FK rekur 6 handlar í Føroyum við einari samlaðum umsetningi á umleið 250 milliónir krónur.

Nýggja samstarvið skal tryggja, at neyðugur kapitalur fæst til vega, umframt at førleikamenning og nýskapan verða framd, so FK kann lyftast á eitt meiri tíðarhóskandi, kappingarført og burðardygt støði.

- Vit eru sera fegin um avtaluna. FOB byggir á somu grundvirðir sum vit, við limaskapi og keypssamtøkuhugsjónini, og mentanarliga hava vit sum keypssamtøkur nógv til felags. Við samstarvinum tryggja vit okkum neyðuga likviditetin og viðkomandi førleikar innan handil, samskifti og leiðslu, sum eru avgerandi fyri at røkka málinum um at venda vánaligu gongdini, og fyrireika FK til framtíðina, so handlar okkara kunnu gerast enn meira attraktivir fyri limir okkara og føroyska brúkaran sum heild, sigur Jákup Mørkøre, formaður fyri Føroya Keypssamtøku.

Bæði Føroya Keypssamtøka og Fredensborg Brugsforening eru sjálvstøðugar keypssamtøkur, har limirnir eiga handlarnar. Báðar keypssamtøkur keypa flestu av sínum vørum frá Coop Danmark, eins og bæði FK og FOB eru limir í danska Coop Amba, sum er høvuðsorganisatiónin fyri donsku keypssamtøkurnar, og sum saman við OK eigur Coop Danmark. Fredensborg Brugsforening, sum er ein av størstu og best riknu keypssamtøkunum í Danmark, hevur longu partaeigaraskap í fleiri sjálvstøðugum deildum av SuperBrugsen og Brugsen-handlum í Danmark.

- Vit eru ein partur av eini tætt samanknýttari Coop-familju, og vit standa saman sum ein familja og hjálpa hvørjum øðrum, tá ið tað er neyðugt. Tí eru vit í nevndini samd um, at vit fegin vilja fara undir hesa íløgu, bæði tí hjørtu okkara sláa fyri keypssamtøkurørsluna, og tí vit vilja tryggja, at tað eisini verður ein gerandisvøruhandil í Føroyum í framtíðini, sum limirnir eiga. Vit eru eisini sannførd um, at vit kunnu vaksa munandi um søluna og inntøkurnar og og um ikki so langa tíð fáa lønsemi í felagið, samstundis sum vit tryggja framhaldandi menning og um ikki so langa tíð íløgur hjá FOB, sigur Bo Kristensen, leiðari fyri Fredensborg Brugsforening.

Bo Kristensen verður sjálvur nevndarformaðurin í nýggja felagnum, og stjóri verður Kristian Wolsing, sum seinasta árið hevur verið fyribilssettur stjóri í FK.

Fakta:
Lutafelagið Føroya Keypssamtøka (FK) stovnar felagið sp/f FK, sum fer at reka FK-handlarnar í Føroyum. Lutafelagið Føroya Keypssamtøka, sum í løtuni eigur og rekur FK-handlarnar, skjýtur sínar ognir og skyldur inn í nýggja felagið. FOB kemur við eini tveysifraðari milliónaupphædd, lutvíst sum íløga og lutvíst sum lán, og fer at eiga helvtina av felagnum. Endamálið er at fáa raksturin at geva yvirskot aftur, samstundis sum FK skal endurnýggjast og dagførast á fleiri økjum, so tað verður tíðarhóskandi og kappingarført. Nevndin og dagliga leiðslan í nýggja felagnum fara at leggja strategiina. Lutafelagið Føroya Keypssamtøka fer sostatt frá at reka handil til at eiga helvtina av einum felag, sum rekur handil.

LES EISINI:
Keypssamtøkan bløddi 10 mió kr í fjør

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo