Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Podvarp

BERIN: Í fjør fór Berin undir fyrstu upptøkurnar til eina nýggja poddvarpsrøð. Evnið er sorg, saknur og vón. Í hvørjum parti fortelur ein brúkari hjá Beranum um sína sorg, og sálarfrøðingur fortelur, hvat sorg er, og hvussu arbeiðast kann við sorgini. Í dag verður fyrsti partur í røðini givin út á stroymingartænastuni Spotify.

“Hvussu er tað at vera her aftur, Jórun?”.

Niðri á keiini á Skála stendur Lív Højsted Horsdal við síni mikrofon. Hon skal hitta Jóruna, sum leingi hevur havt tað trupult við at koma júst her, tí fyri seks árum síðani doyði pápi hennara brádliga í eini arbeiðsvanlukku her á keiini á Skála.
 
Í dag hittast tær báðar fyri at tosa um tað, sum er allar ringast at tosa um. Sorg, sakn og um tað at reisa seg aftur.

Jórun er tó í góðum hondum, tí Lív er sálarfrøðingur og starvast hjá Beranum, sum er ein felagsskapur ið hjálpur børnum og foreldrum í sorg. Lív og Jórun hava hitst gjøgnum Beran fyrr, og Lív kennir tí søguna hjá Jóruni. Í dag hevur hon tó mikrofonina við, tí nú gevur Berin út eina poddvarpsrøð, sum skal hjálpa, ugga og veita ráðgeving til børn og foreldur í sorg. Søguna hjá Jóruni kanst tú hoyra í næsta parti av poddvarpsrøðini.

Eg sakni teg - eitt poddvarp um sorg, er heitið á nýggju poddvarpsrøðini hjá Beranum.

Endamálið við verkætlanini er at geva brúkarunum hjá Beranum møguleika at læra um, hvat sorg er og møguleika at hoyra søgurnar hjá øðrum. Tilfar, sum fyri fyrstu ferð verður útvarpað á føroyskum.

“Tá tú ert í so svárari sorg, sum tað er, tá tú sum barn missir mammu tína, pápa tín ella eitt systkin, ella tá tú sum foreldur missir títt barn, so kann tað vera avgerandi at finna útav, at tú ikki ert einsamøll við tíni sorg. At tað eru onnur í líknandi støðu”, fortelur Oddvør Poulsen, sum er leiðari í Beranum og eisini knýtt at verkætlanini.

Betri hevur stuðlað poddvarpinum við 100.000 krónum. Umframt Lív Højsted Horsdal, sum er vertur á sendingini, er Birgith Lassen verkætlanarleiðari og Høgna Fagraberg er tøkningur.

Vónin er at røkka so nógvum sum til ber við nýggju poddvarpsrøðini.

“Summi, sum eru í sorg, kunnu hava trupult við at taka stigið at tosa við ein sálarfrøðing og enn meiri trupult við at møta upp til sorgbólkar. Við einum poddvarpi kunnu tey sita heima og í sínum egna tempo læra um sorg og hoyra søgurnar hjá øðrum og harvið kenna, at tey ikki eru einsamøll. Tí eru vit sera spentar uppá hesa verkætlanina,” siga Oddvør og Lív.

##med2##

Fyrsti partur av “Eg sakni teg” er nú tøkur á stroymingartænastuni Spotify og kann hoyrast á spælaranum herundir. Í fyrsta parti hoyra vit søguna hjá Sólvá Hjaltalin Olsen, sum er á myndini. Sólvá misti pápa sín fyri einum ári síðani og fortelur, hvussu hon upplivdi tað, tá pápi hennara bar boðini um, at hann var blivin álvarsliga sjúkur og skuldi doyggja. Sólvá fortelur um at hava ein sjúkan pápa, um at missa hann og um hvussu hon handfer lívið við sorgini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo