Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Demokratiski løgmálaráðharrin í Arizona, Kris Mayes, er farin at kanna, um Donald Trump fór um mark tá hann á einum veljarafundi segði um Liz Cheney, sum telist ímillum republikanararnar sum ikki stuðla honum, at hon var ein krígsgræður heykur, sum átti at verið sett har sum stríðið er, fyri at vita, hvussu henni dámar tað.

- Lat okkum seta hana har við byrsunum vendum ímóti andlitinum á henni, vita so, hvussu hon dámar tað, vóru áleið orðini sum fullu.

- Hon er ein tollutur, avsporaður persónur, legði hann afturat.

Liz Cheney er dóttir Dick Cheney, sum var varaforseti undir George W. Bush, tá USA sendi herfólk til Afghanistan og Irak.

Kris Mayes sigur, at kanska brúkti Donald Trump bara sín talurætt, men hon vil hava kanna, um hann fór ov langt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo