FSF: Á middegi var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League 2025-2026 fyri kvinnur.
Fyri føroyska kvinnulandsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar endaðu í bólki C1, saman við Slovakia, Moldova og Gibraltar.
Dystirnir verða spældir í døgunum 21. til 25. februar, 4. til 8. apríl, og frá 30. mai til 3. juni 2025.
Endalig leikskrá verður væntandi kunngjørd í morgin, fríggjadagin, ella tíðliga í komandi viku.
Nú kvinnurnar fara undir nýggja UEFA Nations Legaue kapping, verður tað eisini við nýggjum venjara. Fyribils verður tað Pætur Smith Clementsen, ið kemur at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum fram til 30. juni 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo