Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroysk Miðlafólk: Semingsroynd er nú millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið um sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Higartil hava miðlafólk í Kringvarpinum verið lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Men hesin sáttmáli tekur ikki atlit til arbeiðsviðurskifti hjá miðlafólkum, tað veri seg journalistar, fotografar, framleiðarar, grafikarar og onnur, sum arbeiða við miðlatilfari.

Føroysk Miðlafólk hava í longri tíð arbeitt fyri at fáa samráðingarrættin fyri limir okkara í Kringvarpinum. Felags fyri limirnar er, at øll eru miðlafólk. Felagið umboðar tí ein skara av starvsfólki, sum hevur felags eyðkenni og arbeiðir innan sama øki, tvs. innan allar partar av framleiðsluni.

Hin 22. mai í ár boðaði Føroysk Miðlafólk frá í skrivi til Fíggjarmálaráðið, at felagið vildi hava samráðingarrættin fyri limir okkara í Kringvarpinum, tá verandi sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober 2024.

Stórur partur av miðlafólkunum í KvF eru limir í fakfelagnum Føroysk Miðlafólk, júst av teirri orsøk, at tey ikki kenna seg heima í sáttmálanum millum FMR og Starvsfelagið.

Føroysk Miðlafólk er gamalt fakfelag. Felagið varð stovnað sum Føroya Blaðmannafelag 13. mai í 1952 og hevur í dag sáttmálan fyri miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum.

Føroysk Miðlafólk hava síðstu mánaðirnar staðiliga heitt á Føroya Landsstýri um at viðurkenna rættin hjá fjølmiðlafólki í Føroyum at skipa seg í EITT fakfelag við egnum sáttmála.

Tað er púra burturvið, at miðlafólk ikki kunnu skipa seg fakliga, eins og allir aðrir yrkisbólkar í føroyska samfelagnum.

Føroysk Miðlafólk bíða framvegis eftir at fáa henda rættin staðfestan av Fíggjarmálaráðnum, ítøkiliga at felagið fær samráðingarrættin fyri limirnar í Kringvarpinum.

Meðan vit bíða, vilja vit gera púra greitt, at Føroysk Miðlafólk sær seg á ongan hátt bundið at semingsroyndini, sum fer fram nú.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo