BirkBloggur: Góðu ferðafólk, vælkomin umborð.
Spennið trygdarbeltini, tí nú er sjøtul settur á søguligu farleiðina við Atlantic Airways vestur um hav til New York, vøkubýin, ið aldri svevur, hvussu Leivur Hepni so skuldi funnið uppá at glintað við skildri og svørði í gøtunum.
Tað er týsdagur hin 22. august 2023.
Í Havn er toka, men tað forðar ikki morgunvertunum í Útvarpinum at tosa um fótbólt, sum skapar heimaveðrið, halda tey.
Í Vágum er klárt og sólskin, mest sum hásummar og púra fótbóltsfrítt.
Ein lætti at skutra seg í flúgvarasetrinum og kollektivt hugsa, at nú er tað bara fram, beint fram, og at leggja gerandisdagin aftur um seg.
Føroyar eru samdar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo