Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Tað er ikki bara ein og hvør sum kann arbeiða í trygdareftirlitinum í eini floghavn. Tað kunnu bert tey, sum hava síni viðurskifti við myndugleikarnar í ordan, eitt nú við reinari revsiváttan.

Og tað skal eisini kannast regluliga, at alt blívur við at vera í ordan, sigur lógin.

Ein kunngerð, sum nú verður lýst í Føroyum, ásetur, at starvsfólkini, sum hava atgongd til sjálva floghavnina, eitt nú trygdareftirlitið, skulu kannast árliga heldur enn fimta hvørt ár sum higartil hevur verið galdandi í Føroyum.

- Hetta ger, at vit verða javntstillað við aðrar floghavnir í ríkinum, sigur Regin I. Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn við VP. 

Umframt at hava reina revsiváttan skulu tey sum starvast inni á sjálvum flogvallarøkinum nú eisini hvørt ár greiða frá ymiskum øðrum, eitt nú hvørjum tey hava arbeitt hjá seinastu fimm árini.

- Men hví hava øðrvísi reglur verið í Føroyum enn í restini av ríkinum?

- Hetta er ein longri tilgongd, sum eisini hevur samband við, at politiið í Føroyum og Danmark ikki altíð brúkar somu skipanir, hóast talan um sama politi, sigur Regin I. Jacobsen.

Hann leggur afturat, at umsitingin hjá Vága Floghavn verður nakað tyngri av herdu reglunum.

Kunngerðin kemur í gildi 11. novembur, og sambært henni skulu øll ígjøgnum enn eina kanning seinast 20. desembur í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo