Økistænastan í Sandoyar sýslu hevur samtykt at gera læknahúsið á Sandi til dagtilhald ella okkurt líknandi, sum tikið verður til í tíðindaskrivi.
- 1. januar 2015 yvirtøku kommunurnar eldraøkið. 22. januar 2019 samtykti táverandi stýrið í eldraøkinum, at gera trý kømur afturat á Skerðinum í Skopun. Nú 23. oktober 2024 samtykti stýrið at gera læknahúsini á Sandi til eitt dagtilhald ella líknandi. Tørvurin á heiminum er stórur, so neyðugt er at gera eina slíka loysn, verður sagt.
Arbeiðið er farið í gongd, sigur stýrið, sum er mannað við Gerhard Lognberg, sum er formaður, Hera Sverrason, sum er næstformaður, Anitu Joensen, Jákup Martin Sørensen og Poul Osmundi Tórarenni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo