Frá týsdegnum lata fleiri av ferðamálunum upp í Teilandi fyri altjóða ferðafólkum, sum eru liðugt koppsett.
Tað skrivar The Guardian.
Talan er um vælumtóktu ferðamálini Krabi, Phang-Nga, Ko Samui, Ko Pha-ngan og Ko Tao, um búð verður á góðkendum hotelli í minst eina viku.
Ferðafólkavinnan í landinum hevur ikki havt tað gott undir alheimsfarsóttini. Talið av vitjandi ferðafólkum fall úr 40 milliónum í 2019 niður í 6,7 milliónir í 2020, sambært The Guardian.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo