Minni sjónarringur, størri heimføðingur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Er tú klár/ur at seta tín dám á ein fjølbroyttan og altjóða arbeiðsdag?

Navigare Shipping sóknast eftir einum bókhaldara ella skrivstovufólki, sum trívist við avbjóðingum og hevur hug at gerast ein týðandi partur av okkara fíggjardeild.

Arbeiðsøki:
Tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum bókhaldsuppgávum og fíggjararbeiði fyri bæði Navigare Shipping í Føroyum og okkara dótturfeløg uttanlands. Uppgávurnar eru skiftandi og spennandi, og tú fær høvi at seta tín dám á altjóða virksemið.


Førleikar, vit leita eftir:
Útbúgving innan skrivstovuarbeiði, fyrisiting ella annað líknandi.

Góðan KT-førleika, serliga við royndum í Dynamics NAV og Office 365.

Góðan málkunnleika í føroyskum, donskum og enskum.


Persónligir eginleikar, vit vænta:
Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini í toymi.

Tú ert fyrikomandi, væl skipað/ur og fleksibul.

Tú trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar.

Tú megnar væl at hava fleiri ymiskar uppgávur í senn.


Vit bjóða tær:
Góða innleiðslu og neyðuga upplæring.

Fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur, sum fevna um altjóða handilssambond.

Eitt gott og dynamiskt arbeiðsumhvørvi, har samstarv og trivnaður er í hásæti.


Umsókn, løn og setan
Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir avtalu. Starvsstaðurin er í Søldafirði.

Vit bjóða góða innleiðslu og eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum.

Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli, viðmælum, v.m., skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3. januar kl. 15.00, til Navigare Shipping, umvegis teldupost á jjo@navigare.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Rasmussen, fíggjarstjóra, á tlf 523013, ella við telduposti ar@navigare.fo.  Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vit ynskja, at starvið verður sett skótast gjørligt.

Um Navigare Shipping:
Navigare Shipping er ein altjóða fyritøka við meira enn 200 ársverkum og virksemi í Føroyum, Norra, Skotlandi, Íslandi og Póllandi. Høvuðssætið er í Søldafirði, har 20 starvsfólk hava sína dagligu gongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo