Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Donald Trump hevur vissað ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj um, at hann stuðlar Ukraina í krígnum ímóti Russlandi

Vestmanna, Kvívíkar-, Sunda- og Tórshavnar kommunur hava gjørt avtalu um eitt felags átak fyri at týna rottu í øllum hagapørtum og skorum á Streymoynni

- Í innslagnum rør KVF framundir, at í svarinum verður sagt, at Gjaldstovan hevur gjørt eina “greining”, og at svarið til tingmannin er “ófullfíggjað”.  Hesi lýsing kennir Umhvørvismálaráðið seg als ikki aftur í

Í Degi og Viku fríggjakvøldið 27. sept. segði eg nøkur orð um býarskipan í Eysturkommunu, men í einum so stuttum innslagi verður tað mesta klipt burtur, soleiðis at bert fáir boðskapir standa eftir

- Vit hava áður – óteljandi ferðir – víst á, at rúm er fyri Tjóðleikhúsinum í Runavíkar kommunu

Í dag er altjóða dagur fyri trygga abort, og kring heimin verður sjóneykan í dag sett á vantandi abortrættindi

Herurin í Ísrael (IDF) sigur seg hava rakt yvir 140 Hizbollah-mál seinasta døgnið. Millum teirra er Hizbollah-leiðarin Hassan Nasrallah (64)

Við jøvnum millumbilum er løgmaður á vitjanum kring landið. Í vár vitjaði løgmaður Suðuroynna, og í gjár gekk leiðin vestur í Vágar

Heimurin heldur ondini, eftir at Ísrael síðstu nátt framdi umfatandi álop á Hizbollah mál í Beirut

Nú ber til at keypa atgongumerki til steypafinaluna hjá kvinnum millum Víking og NSÍ, sum verður á Tórsvølli leygarkvøldið 5. oktober klokkan 18:30

Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 2.819 tons, samanborið við 2.617 tons í 2024. Kvotan hjá Føroyum fyri svartkalva verður 188 tons og fyri kongafisk 69 tons

- Tað skal ikki vera ein fíggjarligur smeitur at fara í barsil. Útgjaldið skal ikki standa í stað, eins og tað hevur gjørt í nógv ár, sigur flokkurin

Ovasti leiðarin í Hizbollah, Hassan Nasrallah, hevur verið mál hjá Ísrael, og talspersónur fyri myndugleikarnar sigur við CNN at tað er ov tíðliga at siga um Nasrallah er dripin í álopinum fríggjadagin á Beirut

Á miðlafagnaðinum á Vísindavøkuni í dag varð kunngjørt, at miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2024 verður latin Silas Olofson

- Samanlagt endað Føroyar á einum 24. plássi. Hetta kundi verið betri og tað var serliga dagurin í tvímansleiki, har vit einki stig fingu til samlaða roknskapin, sum kostaði

Fía Lindenskov, integrasjónssamskipari í Tórshavnar kommunu, luttekur í hesum døgum á ráðstevnu í Oslo, har hon er føroyska uppskotið til heiðurin The Blaze Inclusion Awards

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, leggur vegna landsstýrið fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2025, á tíðindafundi mánadagin 30. september klokkan 10.15

Varastjórin á Gjaldstovuni, Durita Tausen, sigur við KVF, at hon kennir seg ikki aftur í svarinum hjá Ingilín D. Strøm til Beinir Johannesen um fíggjarligu avleiðingarnar av styttri arbeiðsviku

Ólógliga goymslan var funnin í eini húsarannsókn mikudagin. Eingin er tikin í málinum, skrivar KVF

- Bæði avmarkaði fiskiskapurin og yvirlitstrolingar vístu, at hýsa og toskur vóru heilt illa fyri frá miðskeiðis í 00’unum, men í 2021 var greitt, at toskastovnurin á Føroyabanka var komin fyri seg

Tvøroyrar Skjalasavn, ið varð sett á stovn í 2018, er í støðugari menning. Tilfar floymir inn hvørja einastu viku

Tað var um reppið, at báðar merktu grindirnar møttust á Hatton bankanum, 300 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Men grindirnar heilsaðu kortini ikki upp á hvørja aðra

- Hjarta- og æðrasjúkur eru nummar eitt drepari um allan heimin og talið av fólki, sum liva við hjarta- og æðrasjúkum, er vaksandi

Á býráðsfundir í gjár tók Tvøroyrar Býráð einmælt undir við at seta Noomi Michelsen Dimon sum kvøldskúlaleiðara í Tvøroyrar kommunu

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur sett Rønn Eliasen sum nýtt forfólk í Leiklistaráðnum. Margretha Nónklett, sum hevur røkt sessin síðani 1. januar 2024, hevur tikið seg aftur av persónligum ávum

- Nú eru fjølmiðlar á tremur við viðmerkingum frá andstøðupolitikarum og viðmerkjarum um, at landsstýriskvinnan í bústaðarmálum skal frá

- Eg hvakk við, tá eg fríggjamorgunin í Útvarpinum hoyrdi Maluna Johansen, stjóra í Landsbankanum, siga, at útgjaldið úr Samhaldsfasta næsta ár hækkar við 2,1 prosenti áðrenn skatt

Margit Johansen fekk tænastumedalju kongsins fyri 40 ár í starvi hjá Strandferðsluni

Føroyska kvinnulandsliðið er komið væl til Slovakia, har tveir landsdystir eru á skránni, hin fyrri í dag, fríggjadagin kl. 17.00, og hin seinni leygardagin kl. 14.00

- Vit hava bíðað í alt ár eftir, at ein arbeiðsbólkur fer til verka, so fleiri børn fáa møguleika at koma til fosturs heldur enn á stovn

Í gjár, 26. september, var World Maritime Day, sum er eitt tiltak hjá IMO (International Maritime Organization), sum hevur til endamáls at varpa ljós á trygd á sjónum

- “Eingi bróst eru eins” er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey

Seinnapartin mikudagin 2. oktobur verður eitt spennandi tiltak í Norðurlandahúsinum, har eitt prát verður um eina landsfevnandi matarskipan í Føroyum

Alment hátíðarhald verður í Varpinum í Klaksvík, mikukvøldið 23. oktober kl. 19, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønir landsins fyri 2024 til lista- og mentafólk

Ein politiskur meiriluti í Fólkatinginum vil minka um nøgdina av nikotini í snúsi. Útsjóndin á snúsdósunum skal eisini broytast

Dómurin hjá Føroya rætti, sum ein 21 ára gamal maður fekk fyri millum annað neyðtøku, stendur við. Hann er ikki appelleraður til Landsrættin. Maðurin fekk fimm ára fongulsrevsing, skrivar KVF

Hóskvøldið varð seinna hálvfinalan millum kvinnuliðini hjá NSÍ og HB á skránni, og nú er greitt, at tilsamans ellivu feløg verða umboðað í teimum íalt níggju steypafinalunum, sum verða á Tórsvølli í næstum

- Annar dagurin í EM í dart snúði seg um tvímansleik. Føroyar høvdu tvey pør við. Føroysku leikararnir hava allir nakað av altjóða royndum, men eru ikki so vanir við at spæla so nógv í tvímansleiki á hesum støðinum

- Føroyar eiga at halda áfram at kanna og bora eftir olju, tá hetta kann gerast ein langtíðar inntøka, sum kann vera grundarlag fyri fíggjarligum sjálvbjargni og menning

Ódnin Helena er nú ein katagori 4 ódn

- Vitlíki (AI, Artificial Intelligence) er ein av størstu tøkni­menn­ingunum, sum okkara samfelag stendur yvirfyri

- Í ár er evnið friður, mál fyri friði. Evroparáðið sigur, at óansæð aldur og skúlagongd, eiga fólk í Evropa at læra fleiri mál

Sníkarnir hava lagt hald á allar telduskipanirnar hjá Klaksvíkar kommunu, men hava ikki enn kravt nakað loysigjald, segði borgarstjórin við Útvarpið seinnapartin í dag

Seinnapartin vitjaði Hannes Heimisson, íslendskur aðalkonsul í Føroyum, Tórshavnar kommunu

Tá ið 21. oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, verður tað við almenna heitinum Betri International Island Games XXI ella Betri Oyggjaleikir

- Fríggjadagin 27. septembur er hátíðardámur á Hoyvíksvegi í Havn. Føroyaprent, Føroya størsta grafiska virkið, hátíðarheldur tey fyrstu 20 árini

“Arbeiðið er ikki slept, men vit ásanna, at slíkar semjur verða best funnar í friðartíð.” Tað er niðurstøðan í svari, sum eg fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu

Bass-Elvis og Jesus á Mallorka eitur nýggjur dokumentarur, sum nú liggur tøkur á kvf.fo

Sjónleikarin Pilou Asbæk er harmur um umtaluna eftir ein døgurða í Føroyum saman við matummælaranum hjá Berlingske Søren Frank

- Vit vita ikki, hvat Suðuroyartunnilin fer at kosta, fyrr enn arbeiðið er boðið út, staðfestu løgmaður og Erhard Joensen, limur í politiska fylgibólkinum, í Breddanum fyrrapartin