Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nýggj tøl avdúka, at tað framvegis er vanligt í Danmark at smágentur niður í 9 ára aldur verða giftar burtur

- Eg havi í mínum lívi í politikki sæð ófatiliga nógv upprit frá advokatum, tað er upp í posar av uppritum, og einki er vert at hyggja at

- jazzygold er aftur við einum sterkum staklagi, ‘’ex-friends’’, nú fríggjadagin 25. oktobur. Hetta er sangurin fyri øll, ið hava lært upp á tann harða mátan, at vinabond kunnu vera meira sárandi enn kærleikssorg

- Vit gera misálitið klárt, og verður tað lagt fram á tingfundinum í morgin klokkan 11, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Fyrri av tveimum dystum hjá kvinnulandsliðnum í Baltic Cup 2024 verður í morgin, hósdagin klokkan 17:00, tá Lettland tekur ímóti á LNK Sport Park í Riga. Dysturin verður ætlandi stroymdur á heimasíðuni hjá FSF

Filmsfelagið sýnir tveir nýggjar filmar nú Fjølmentanarvika er í Havn. Filmurin mikudagin er úr Kina. Fyrri filmurin var úr Senegal

- At sleppa okkum undan tí stríði og útreiðslum sum standast av umboðanini á danatingi hevði tí verið tað einasta rætta og í besta samsvari við okkara egnu grundlóg

Javnaðarflokkurin avsannar at talan er um kreppufund í kvøld, sum VP annars skilti at talan var um

Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Kosovo um ein lítlan mánað

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur handað Hanna Bjartalíð, myndlistamanni, Mentanarvirðisløn landsins 2024 fyri avrik síni

Randi Ward, týðari, fingið Heiðursgávu landsins fyri 2024 fyri sítt áhaldandi arbeiði og stóra hegni at týða og gera vart við føroyskan skaldskap í útheiminum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Virðisløn til ungt listafólk er 50.000 kr., og hon verður latin ungum, sum hevur víst serliga góðar gávur og fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning

Eftir innbjóðing frá Nes kommunu vitjaðu umboð fyri Oyggjaleikanevndina á Svangaskarði seinnapartin

- Eg vóni ikki at tað kemur hartil, men tað kann gerast neyðugt, segði Jenis av Rana millum annað í samrøðu við KVF fyrr í dag

- Nú vanliga fólkið ikki skal ferðast, tí tað gevur so nógv útlát, er ein uppløgd loysn at sita heima og lata sjónvarp flyta teg til fremmand lond á filmi at uppliva støð og hendingar

- Kommunurnar hava ábyrgd av at umsita náttúru- og umhvørvisøkir á skynsaman hátt

- Hvat heldur løgmaður nú, tá man ikki fylgir løgfrøðiligu ráðgevingini?

Í sendingini Búskapur og Vinna í kvøld klokkan 21 verður menningin av leigubústaðarmarknaðinum umrøddur. Arnfinnur Gudjónsson, íløguleiðari í Lív, er gestur

Tað eru deyð og særd í Ankara í einum "terrorálopi", sigur turkiskur ráðharri sambært tíðindastovuni AFP

- Eftir mínum tykki taka andstøðulimir í landsstýrismálanevndini politisk atlit og ikki løgfrøðilig atlit

Rætturin í Nuuk hevur í dag avgjørt at Watson skal sita varðhaldsfongslaður í 21 dagar afturat, tað vil siga fram til 13. novembur, skrivar Sermitsiaq

- Akkerslærarar í kvæðamentan kunnu leggja lærarum og næmingum lag á, greiða frá týdninginum at kvøða og dansa, heldur Elin Maria Ó. Olsen, lærari

Nevndin í Posta boðar nú frá, at til nýggjur stjóri er settur, verður Edvard Remberg, KT-leiðari, fyribilsstjóri. Edvard Remberg hevur verið á Posta sum KT-leiðari síðani 2014

Bókin kemur út hósdagin 24. oktobur og í tí sambandi verður forvitnislig bókaframløga kl. 20 á Reinsarínum í Tórshavn og fríggjakvøldið 25. oktobur kl. 18.30 á Seglloftinum á Tvøroyri. Ókeypis atgongd

Russiskir myndugleikar halda at russiska kryptodrotningin Valeria Fedjakina lumpaði pengar frá teimum ríku og gav teir til ukrainska herin

Í gjár var hátíðarhald í sambandi við, at Býlingshúsið í Maritugøtu hevði 20 ára stovningardag. Eisini vóru fýra starvsdagar

1500 norðurkoreanskir hermenn afturat eru á veg til Russlands, sambært fregnartænastuni í Suður-Korea

Felagið Føroysk Tónaskøld (FFT) hevði aðalfund 2. oktobur 2024. Á fundinum varð Guðrið Hansdóttir vald í nevndina fyri Onnu Katrin Egilstrø sum tók seg úr nevndini. Nevndin hevur skipað seg við Sunelif Rasmussen sum formanni

- Eg tori at siga, at tey sjálvbodnu eru grundarlagið undir øllum ítróttalívi og øllum ítróttafelagsskapum í Føroyum. Uttan tey bar einki til. So avgjørdur er Magnus Tausen, varaforseti í ÍSF

Í dag, 23. oktober eru 100 ár liðin, síðan Frelsunarherurin í Føroyum varð settur á stovn. Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum tann 23. oktobur 1924

Hann varð hildin at vera favoritturin til leiðarapostin í yvirgangsfelagsskapinum, eftir at leiðarin varð dripin av Ísrael. Nú er eisini hann dripin

Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, skrivaði 10. oktober landsstýris-málanevndini eitt nýtt notat, har hann stendur fast við fyribilsniðurstøðuna um Ingilín D. Strøm, skrivar KVF

Við ársenda 2023 hevði Bústaðir einans 8,5 milliónir krónur í tøkum peningi. Tað framgongur eisini av roknskapinum, at Bústaðir við ársenda 2023 hevði verkætlanir í gerð fyri 261 milliónir krónur, skrivar Norðlýsið

Enn hevur Landsstýrismálanevndin ikki sagt, hvat tað óregluliga er, sum mett er, at Ingilín D. Strøm hevur gjørt, tí annars hevur nevndin ikki heimild at biðja løgtingsforkvinnuna seta ein kanningarstjóra

Valnevndin í Tvøroyrar kommunu hevur móttikið tríggjar valevnislistar

Trivnaðar- og arbeiðsmarknaðarnevndin í Kommuneqarfik Sermersooq er í hesum døgum á kunningarferð í Føroyum

Meirilutin í Landsstýrismálanevndini vil ikki siga, um Ingilín Didriksen Strøm tilvildað ella av óskenti hevur sagt ósatt fyri løgtinginum

Ovasti leiðarin í terrorbólkinum í Irak er dripin, sigur forsætisráðharrin í landinum Mohammed Shia al-Sudani

Eykaaðalfundur var í gjár, og har varð samtykt at niðurleggja Frískúlan í Havn. – Tilgongdin at taka skúlan av byrjar nú, sigur Búgvi Dalsgarð, stýrisformaður í Frískúlanum, við KVF

- Nei, býnum tørvar ikki stríðshanar ella eina blandaða forsamling á vaglinum, sum er at líkna við hønur, sum runnu inn í húsið í sólarmyrkingini. Tað er ikki nátt!

Evnið á fyrsta valfundinum verður undirstøðukervið og trivnaðurin í bygdini. Ben Arabo verður orðstýrari

Talan er um bøkurnar Systursonur gandakalsins og Leyvan, gívurin og klædnaskápið, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2005

Í Betesda mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane Sivertsen, sum búgva í Nuuk, og Niels og Miriam Vang, sum búgva í Eysturgrønlandi, greiða frá teirra trúboðanararbeiði har

Beinta Løwe og Árni Gregersen gjørdu viðmerkingar í Breddanum til kæruna um Ingilín D. Strøm, sum er til viðgerðar í landsstýrismálanevndini

Fyri 50 árum síðani vóru tað góð fólk í Norðstreymi, sum tóku seg saman um at stovna Norðstreymoyar Javnaðarfelag

Kollafjarðartunnilin verður stongdur í kvøld, týsdagin 22-10-2024 frá kl 22:00 til kl. 06:00. Ferðslan verður leidd ígjøgnum annan hvønn tíma, sigur Landsverk

Røðan “Ísrael er ljósið í miðeystri” er kosin ársins tala í Danmark í 2024

Fyri løtu síðani fór formaðurin í landsstýrismálanevndini, Hans Jacob Thomsen, á fund við tingmanningina hjá Javnaðarflokkinum og Aksel V. Johannesen, løgmann, um kæruna um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, skrivar KVF

18 kilo av hassji og 700 gramm av MDMA løgdust aftrat fonginum higartil í ár, og enn eina ferð var ein seglbátur partur av málinum, skrivar KVF

- Tað er ov tíðliga til at gera ítøkiligar metingar um hvørja ávirkan skattaumskipanin hevur havt, bæði fyri virksemi í Føroyum og uttanlands