Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Í hesum føgru summardøgum eru sjálvandi ørgrynni av vitjandi á Sjællandi. men teir allarflestu føroysku turistar koma sjáldan serliga nógv út um sjálvan Kjøpinhavn, men ferðast mest í tí ógvisliga turbulenta stórbýnum

- Frá strondini eru 409 trappustig niðan til Horizon, sum er nýggjasta hotellið á ovasta heygnum í sólríka býnum Puerto Rico de Gran Canaria

Í nógvum londum er tað púra vanligt, at ferðafólk gjalda ein skatt til landið sum tey vitja

Havnin hevur varðveitt sítt pláss á topp 30-listanum yvir burðardygg ferðamál. Vit eru farin frá 29. plássi til 28. pláss, staðfestir Global Destination Sustainability Index 2023

- Tá tú fyrstu ferð flýgur beint úr Føroyum til eitt fjart ferðamál í meir enn seks tímar, leggur tú til merkis, hvussu upptikin vit eru av slekt og knýti til hvørt annað

- Spakuliga, nærum í vektloysi, yrkir Haldur Suni og fer í ringrás í kaféini. Helst er tað ein góð og ávarandi fyrireiking, fert tú til New York. At meditera teg fram til eitt vektloysi, so tú ikki verður tikin av fótum

- Góðu ferðafólk, vælkomin umborð. Spennið trygdarbeltini, tí nú er sjøtul settur á søguligu farleiðina við Atlantic Airways vestur um hav til New York, vøkubýin, ið aldri svevur

- Øll eiga at seta sær fyri at fara ein túr til Føroya eina ferð í lívinum. Tað sigur Neelie Kruse, sum er Certified Travel Consultant

- Tað er eitt parkeringspláss í Tjørnuvík. Tað sigur talgilda online skeltið í Haldórsvík, har shuttle bussurin bíðar, um so varð at einki parkeingspláss var, ella eg koyrdi við kampingvogni

- Meðan náttúran er stóra magnetin hjá útlendskum ferðafólki at koma higar, er tað stórbýurin í sjálvum sær, hjarandi, blinkstrandi og jazzutur, ið er okkara magnet og attraktión at fara út í heim

Danmark liggur í einum smørholi við sól og summari, meðan tað regnar bæði norðanfyri og sunnanfyri Danmark, sum lokalt gevur einar 50 millimetrar regn

- Góðu ferðafólk, verið vælkomin til París, sigur fryntliga flogternan umborð á Atlantsflogi og upplýsir, at føroyska flúgvingin er í samstarvi við KLM og Air France

Summi hotell eru rætt og slætt kulari og meira serstøk enn onnur. Her eru 10 av teimum kulastu hotellunum í heiminum

Í stórum parti av Europa verður tað 10 til 15 stig heitari enn vanligt er komandi dagarnar. Í Spania kann hitin fara yvir 40 stig

Bretska avísin Telegraph setur Barcelona á fremsta pláss eftir at hava analýserað upplýsingar frá 50 býum runt um í heiminum

Barcelona er ein av fáu stórbýunum í Europa har tú fært bæði bý og strond á sama túri

Vaksineraðir turistar úr 157 londum kunnu nú aftur fara til Filippinirnar galdandi frá 10. februar 2022, upplýsa myndugleikarnir

Frá týsdegnum lata fleiri av ferðamálunum upp í Teilandi fyri altjóða ferðafólkum, sum eru liðugt koppsett. Tað skrivar The Guardian

Ferðamannastovan Globehunters hevur funnið tær bestu nakinstrendurnar í heiminum

Mítt heim er títt heim, siga tey á Kuba. Og tey meina tað. At búgva hjá og eta saman við kubanarum gevur serligt innlit í gerandisdagin á Kuba

Í grein í stóra norska miðlinum VG, Níggju freistandi ferðamál við «undirturismu», verða norðmenn mintir á, at Føroyar liggja nærri enn Ísland

Tað er ikki neyðugt at ferðast langt fyri at uppliva magisk støð. Europa hevur fleiri av teimum og standa tey so avgjørt mát við tignarmiklar náttúru upplivingar

Móti finst í øllum, og ferðing er einki undantak. So hvørji ferðamál eru «hot» og hvørji «not»

Annað árið á rað hevur Post Office gjørt ein lista yvir hvussu nógv tað kostar at halda frítíðina í teimum ymisku stórbýunum í Europa. Vilnius gevur tær mest fyri pengarnar

Turkiski býurin Antalya toppar á nýggjum lista gjørdur av Globehunters, sum hevur samanborið 170 ferðamál um allan heimin

Soneva Kiri er eitt luksus resort á eini av stóru oyggjunum í Teilandi nevnd Kok Kood

Jørðin er fantastisk, og her eru nakrar náttúru upplivingar sum eru framúrskarandi

Droymur tú um at fáa tær eitt bað í serdeilis vøkrum umhvørvi?

- Einki er sum at verða millum heimar, hendan og hin, frítíð og arbeiði

All Inclusive ger alt so nógv einklari, tá ið matur og drekka er goldið frammanundan

Summi velja sítt ferðamál út frá kulturellum upplivingum, shopping ella mati, men hvat við at kombinera alt við fysiskan aktivitet?

- So nærkast summarið endiliga, og nógv av okkum gera sær tankar um at bíleggja eina ferð til heitari lond

José Maria de Eça de Queirós, eitt av stóru skaldunum í Portugal, setti longu í 1888 orð á orsøkina til, hví Sintra er so vælumtókt kommuna. – Alt í Sintra er guddómligt

Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Malta í summar

Felagsnevnarin fyri griksku oyggjarnar er skínandi sól, krystallklárur, næstan turkislittur sjógvur, herligar strendur og fantastiska góður matur

Flestu føroyingar elska sól og hita, og hava vit møguleika til tað, so ferðast vit suðureftir at løða okkum aftur við sól og orku

Ferðamøguleikarnir í 2018 eru nógv fleiri enn fyrr, sigur stjórin í Travelmarket.dk

Suðuramerikanska landið Kili stendur ovast á listanum yvir lond sum eiga at vitjast. Valparaiso, mest týðandi havnabýurin, er kendur fyri sín serliga arkitektur og litríku hús

Seks romantiskar oyggjar í Stillahavinum, sum skapa nýforelskilsi og geva neistan aftur

Tað eru 6000 oyggjar í Grikkalandi, men henda er ein av teimum allar vakrastu

Ætlar tú tær til Italia? So eru hetta nøkur pláss, ið verd eru eina vitjan

La Manga hevur í fleiri generasjónir verið loyniliga frítíðarparadísið hjá spaniólum. Her eru fimm góðar grundir, hví tú átti at faið hagar

Við vakrari náttúru, hugnaligum landsbýum og flest sóldøgum í grikska oyggjaríkinum, er ikki so løgi at fólk elska hesa grønu oynna

Skjótt er tað hásesong fyri stórbýarferðir, og her er ein guide til favorittarnar Lisboa, Barcelona, Reykjavík, New York, London og Róm

Her kanst tú velja tær ein túr við svimjing, sól og hita, ístaðin fyri ein fjallatúr í vindi og kulda!

Við óteljandi freistandi ferðamálum at velja ímillum er ikki altíð so lætt at vita, hvar tú skalt fara til tess at uppliva dreymafrítíðina, sum tú ynskir. Her eru bestu tipsini!

Hví gista á einum keðiligum hotelli, tá ið tú kanst velja eitt annað, sum ger upplivingina meira áhugaverda?

- Skalt tú halda frí og ætlar tær av landinum, er einki sum at seta seg í flúgvaran í Vágum, og fara beina leið, akkurát har, tú ætlar tær, til dømis til katalanska høvuðsstaðin, Barcelona

Høvuðsstaðurin í Teilandi, Bangkok, er tað staðið í heiminum, sum flest fólk vitja, vísir ein kanning sum Mastercard hevur gjørt

At fara til asiatiska paradísið Teiland undan illfýsna føroyska vetrinum er einki annað enn magiskt