Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Samstundis hava íslendskir myndugleikar ávísar avbjóðingar við ferðafólki, sum vilja koma framat

Fyrst verður nógvur vindur, men so koma nakrir góðir dagar, áðrenn hann brestur á aftur. Her er forsøgnin fyri komandi vikuna

Eysturættin er sum vera man ikki tann besta í Nólsoy

Vágoyggin, og serliga Sandavágur, var hart rakt av nógva vindinum síðstu nátt. Myndamaður okkara hevur verið runt í bygdini og tikið nakrar myndir

- Nú heimurin gerst meira og meira ótryggur, og vit sum land ikki ynskja at vera stuðlar hjá teimum londum, sum vit vanliga ikki samanbera okkum við - oljuframleiðandi londum - meti eg, at tað er okkara skylda, sum eitt vesturlendskt demokrati, at verða við til at tryggja at vesturheimurin hevur atgongd til orku

Árliga steypakappingin í styrkilyfting (powerlifting) fyri menn hevur verið í Havn. Tólv luttakarar lyftu seg til ikki færri enn 15 føroysk og 17 persónlig met. Samlaði vinnarin varð funnin út frá hægsta stigatalinum, har ið kropsvekt og lyftivekt telja við

Tað er framvegis av ringasta veðri kring alt landið, men serliga í Vágum eru nógvir skaðar hendir

Ein tekja hevur rivið í Steigarbrekkuni, og takplátur fúka runt í bygdini

- Vegna sera vánaligu veðurforsøgnirnar í morgin ári er avgjørt, at ikki senda bilar og maskinur út at grava og salta fyrr enn bráddurin av illveðrinum er farin framvið

- Listi B saman við tveimum kvinnum á lista A hava valt at skipa seg í valbólk og sostatt halda meg uttanfyri. Tí havi eg ongar nevndarsessir fingið í kvøld

Hans Anders Jacobsen verður borgarstjóri og Artur Johansen verður varaborgarstjóri

- Umráðandi er, at eg eri búgvin at møta mínum Guði, at eg nýti tíðina rætt, so eg eri ferðabúgvin, tá ið tað lýsir í eystri og skyggir í vestri. Ferðabúgvin tá boðini um at flyta verða givin

Talvfólkið verður sett upp um alt landið í morgin. Tá verða dystirnir í fjórða umfari í landskappingini í talvi í øllum fýra deildum spældir. Hetta er seinasta leikumfar fyri jól

Fleiri lond eru rýmd av fundinum, tí ósemja er um fíggingina av at minka útlánini

- Valnevndin hevur ábyrgd at útvega atkvøðuseðlar, men tað visti valstýrisformaðurin ikki, skrivar KvF

Bað um hjálp, tá hann í gjár fekk maskintrupullleikar tá hann var staddur í Vágahavinum

Bretska kongshúsið er komið í andróður, eftir at tað er komið fram hvussu nógv krýningin av Charles kongi kostaði skattgjaldaranum

Triðja studioútgávan hjá Marius DC kemur út í dag 23. november, hetta er samstundis hansara fyrsta heildarútgáva við nýskrivaðum tónleiki á móðurmálinum

Fiskaríið er smáligt, tó fáa teir okkurt brúkiligt hálið inn ímillum. Her er metingin hjá fiskamarknaðinum fyri vikuna

Næsta ár verður tað helst møguligt at taka eina blóðroynd sum so sigur um tú hevur Alzheimer. Professari kallar tað «revolusjonerandi»

Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025

- Í samferðslu ætlanini hjá Landsverk frá 2018 er gjørd tilmæli um hvussu farleiðirnar skulu raðfestast. Og har er greitt at Sandavágshálsur – Sandavágur – Miðvágur eigur at verða gjørt áðrenn Vestmanna leiðin

- Landsroyndirnar komu, tí táverandi skúlamyndugleiki vildi hava eftirlit við, hvussu tað fakliga stendur til hjá einstaka skúlanum, næminginum og fólkaskúlanum sum heild

Fleiri av framløgunum eru nú tøkar

Í landnámsbygdini Hovi í Suðuroy hevur verið talan um at smíða víkingaskip. Vøkur smiðja at smíða seymin í er reist, og neyst í víkingaaldarsniði skal byggjast. Í neystinum er so ætlanin at smíða víkingaskip við norska Gokstadskipinum sum fyrimynd

 

- Vesturheimurin skal vita, at Russland ætlar sær at koma við hóskandi svari uppá avgerðina hjá USA at loyva Ukraina at brúka rakettir, gjørdar í USA, til at raka mál í Russlandi, sigur talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta

- Røktarheimið Lágargarður lat upp í 1987, og er tørvur nú á at høvuðsumvæla køkin. Umframt mat til heimið, ger køkurin dagliga mat til Tjarnargarð, virkisstovuna og umleið 110 heimabúgvandi pensjónistar

Tak dansilagið við tær á OY Voxbotn, tí Goodboys fara at umskapa Vágsbotn til evropiskan náttklubba, tá teir fara á pallin. Teirra fangandi og melodiski tónleikur hevur brúsað um allan heim, og nú er tað okkara túrur at hoppa við

- Um røtt tøl verða brúkt vísir roknistykkið, at javnvág er í avtaluni millum Føroyar og Russland

Hann stakk ein annan mann í bringuna í Skálafirði í gjárkvøldið

Landsfelag Pensjónista vil enn eina ferð hava Stýrið fyri AMEG at endurskoða útgjaldið fyri 2025

- Umleið 7 prosent av føroyska útflutninginum fór til Russlands í 2024. Hetta hevur eitt virði upp á umleið 800 milliónir krónur, er millum niðurstøðurnar í nýggjari frágreiðing sum verður løgd fram í næstum

Í dag hevur Posta við Jólamerkjagrunninum latið 225.000 kr. til vælgerandi endamál. Stuðulin er býttur millum fýra ymiskar verkætlanir til frama fyri børn og ung

- Veruliga talið av føroyskum lesandi í Danmark er meir enn tvífalt so høgt sum talið, sum Terji á Lakjuni hevur útleitt úr uppteljingini av teimum, sum fáa ferðastuðul frá Studna

Íkast til “kjakið” ella narrativið um, at tey ungu lesandi flyta av landinum

Kærleikskúlan 2024 verður avdúkað í Listasavn Føroya, týsdagin 26. november kl. 10.00

Íslendski framleiðarin, Fríðrik Þór Fríðriksson, sum í 1992 varð Oscartilnevndur fyri vakra filmin Börn náttúrunnar, sigur, at Føroyar vórðu valdar sum upptøkustaður, tí tær verða nevndar í skaldsøguni hjá Guðbergi Bergsson, sum filmurin byggir á

Boð vórðu send eftir tyrluni at hjálpa einum fólki sum var farið til gongu í fjøllunum og eftir øllum at døma ikki fann oman aftur

Farna vikuskiftið luttóku 5 føroysk toymi í stórari CrossFit-kapping í Livingston í Skotlandi har umleið 70+ lið vóru tilmeldaði. Øll liðini skuldu kappast í 4 ymsum kappingum og fingu føroysku liðini góð úrslit

Talan er um tiltak við staðbundnum dygdarhandverki úr ull, skinni, leiri, træi og øðrum góðum tilfari. Eisini er smakkgóða mathandverki frá føroysku bygdunum umboða á tiltakinum

Millum annað politiið og gransking fáa høga raðfesting, men eisini filmsgerð og bjargingarbáturin Rescue Lív eru við

- Avgerðin hjá Altjóða Revsidómstólinum er skammilig, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden

Í dag kemur Poetikkur eftir heimspekingin Aristoteles út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út

Listasavn Føroya bjóðar til móttøku fyri nýggja tíðarritinum Periskop við evninum «Føroysk listasøga í dag»

Fráboðanin kemur bert fáar tímar eftir at undanfarna valið til løgmálaráðharra, Matt Gaetz, segði seg frá eftir fundir við republikanskar senatorar í Kongressini

Pínufult nemandi endar leikurin, tá tey bæði grágomlu aftur eru einsamøll, nú í allari bygdini, og royna at sløkkja hjá grannanum, men tað eydnast ikki

- Tann, sum ikki visti betur, kundi eftir D&V í kvøld næstan fáa ta fatan, at vit fáa eina rúgvu av fiski frá Russlandi - og lata einki afturfyri

Áhugin er vaksin, síðani bretska stjórnin hevur hækkað kolvetnisskattin upp í 78 prosent, skrivar KvF

Talan er um eitt aftursvar uppá vesturlendska "aggressión", sigur russiski forsetin

Umframt at dagføra avmarkandi tiltøkini á yvirtiknum málsøkjum, er ætlanin við nýggju kunngerðini at gera reglurnar greiðari og einfaldari at umsita