Kvívík: Arbeiðið við at fáa eitt nýtt savningarstað á Válinum er komið væl áleiðis. Savningarstaðið er har sum jólatræðið hevur staðið seinastu árini, og kemur jólatræðið framhaldandi eisini at standa her.
Eisini fer kommunan at seta benkur og annað á økið. Hampað verður rundan um økið og fríðkað um við plantum.
Kvívíkar kommuna vónar at borgarar á Válinum frá stóra gleði av savningarstaðnum.
Eisini er byrjað uppá eitt líknandi savningarstað á Stykkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo