Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Føroyska Bíbliufelagið: Bíbliufelagið kemur nú við nýggjari Bíbliuapp. Gamla appin frá 2014 til Android telefonir er ikki longur tøk og tað er bara ein spurningur um tíð, til tað sama hendir við IOS.

Ti valdi stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið at fara undir eina tilgongd at gera eina nýggja og meira tíðarhóskandi app. Tað er fyritøkan iSolveIT ApS, við Andrasi Eliassen, ið hevur ment appina.

Í nýggju Bíbliuappini er: Dahl/Viderø Bíblian (1961), Nýggi Sáttmálin (2017), Evangeliið eftir Matteus (JH Schrøter) og frágreiðing um Bíbliufelagið v.m.

Við Bíbliuappini kanst tú velja millum bíbliutýðingarnar, lesa og leita eftir orðum ella teksti, avrita vers/tekst, lita vers/tekst og broyta skriftstødd. Hetta er fyrsta útgáva og fleiri hentleikar verða í komandi útgávum.

Nýggja Bíbliuappin er til IOS fartelefonir (iPhone og iPad) og Android fartelefonir (Samsung o.fl).

Bíbliuappin er ókeypis at taka niður og at brúka.

Leinkjur og vegleiðing til Bíbliuappina eru á www.biblia.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo