Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað er ikki líkamikið fyri fíggjarmarknaðirnar, hvør er forseti í USA.

Og nú mangt bendir á, at Hvítu Húsini verða mannað við Donald Trump og hansara fólki næstu fýra árini, sæst tað eisini aftur á marknaðunum.

Eitt nú hava sonevnd 'grøn' partabrøv tað ikki gott frá morgunstundini. Tað er tí, at Donald Trump neyvan fer at seta ferð á grøna orkuskiftið, heldur tvørtur ímóti. Donald Trump hevur sagt víðagitnu orðini "drill baby drill", sipandi til, at tað er bara at bora eftir olju. Av tí sama heldur marknaðurin eisini, at útboðið av olju fer at vaksa nógv, og prísurin tí fellur. So eisini partabrøv innan olju fella frá morgunstundini.

Donald Trump hevur onki ímóti kryptovaluta, so eitt nú BitCoin hækkar nógv í virði frá morgunstundini. Tað gera partabrøv í europeiskum vápnafyritøkum eisini, eins og partabrøvini í hansara egnu fyritøkum eisini hækka.

Tað er sannlíkt, at risastóra, amerikanska uttanlandsskuldin fer at vaksa við Donald Trump í Hvítu Húsunum, tí hækka renturnar eisini frá morgunstundini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo