Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Longu henda mánaðan fer australska tjóðartingið eftir øllum at døma at samtykkja eina lóg, sum bannar øllum sum ikki eru fylt 16 ár at brúka sosialar miðlar. Tað verða ongi undantøk, heldur ikki fyri tey, sum longu hava fingið sær sosialar miðlar áðrenn lógin kemur í gildi.

Tað skrivar ABC.

- Sosialir miðlar skaða okkara børn, og nú kann tað vera nokk. Eg vil hava, at foreldrini skula kunnu siga, 'tíverri góði, tað er lógin sum sigur, at eg ikki skal lova tær', segði Anthony Albanese á einum tíðindafundi í dag.

Tað verða miðlarnir sjálvir sum skulu syrgja fyri, at forboðið verður handhevjað, og gera teir ikki tað, kunnu teir fáa stórar bøtur.

- Vit siga ikki, at hetta fer at loysa allar trupulleikarnar, sum sosialu miðlarnir elva til. Vit hava eisini lógir sum siga, at tú kanst ikki keypa rúsdrekka áðrenn tú ert 18 ár, og tann lógin verður brotin av og á. Men hesar lógirnar seta karmarnar fyri okkara samfelag, legði Anthony Albanese afturat.

Mangt bendir á, at meiriluti er fyri at samtykkja lógina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo