Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mikudagin vísir Filmsfelagið ísraelskt-palestinska heimildarfilmin No Other Land. Turið Maria Jóhansdóttir fer at innleiða sýningina

Fyrsta sunnudag í advent, tann 1. desembur, skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga adventstiltakinum fyri alla familjuna, og í ár fær Hvíldarheimið Naina ágóðan

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen hevur verið ein túr runt í høvuðsstaðnum og tikið nakrar myndir

- Halt kamarið ruddiligt, hav ongar skíggjar í kamarinum og ver virkin gjøgnum dagin. Hesi eru nøkur av læknaráðunum í sambandi við svøvntrupulleikar

Tónleikabólkurin Blátt gevur fríggjadagin út staklagið "Frá mær til tín". Hetta er fyrsta útgáva hjá Blátt síðani 2011

Stórt átak fyri øll børn í fólkaskúlaaldri er kunngjørt í dag. Átakið skal birta uppundir gleðina at skriva jólakort

Miðilin bleiv stovnaður í februar í ár sum mótmæli ímóti fyrrverandi Twitter, sum Elon Musk keypti og umdoypti til X

Tær fáast í nógvum variatiónum, og eru við tíðini eftir øllum at døma vorðnar ein partur av føroyskari matmentan. Í øllum førum spyrt tú ein ferðamann

Í døgunum frá 22. til og við 26. november hevur Jón Magnus Joensen eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn

Undurfullir heilar er heitið á nýggjari, upplýsandi barnabók, ið fagnar ymiskleika og lærir lesaran at fevna um undurfullar munir í okkara heilum

Aftur hesi jólini verður høvið at njóta æviga tónleikin hjá J S Bach í Kirkjubø í kertiljósi við kvirru og meditatión

Kringvarpið sendir ikki færri enn 15 føroyskar fiktiónsfilmar komandi fimm týskvøld

Á bókadøgunum, sum júst eru farnir aftur um bak, varð nýggjasti Vencilin lagdur fram, tann 23. í røðini. Tann 22. kom út í mai í ár, og sostatt eru einar 200 síður av góðum, blandaðum skaldskapi komnar út í Vencili í ár

Articon sum byggir stórhøllina Við Tjarnir fer nú undir endaspurtin á tí sum byggifyritøkan kallar eina sera spennandi verætlan

Elvdalsk er ikki bara eitt málføri (dialekt) men eitt egið mál. Tað hevur ð og somu bendingarsnið sum føroyskt og íslendskt

Í fjør varð søkt um tríggjar ferðir størri upphædd enn tað sum pengar vóru til

 

Fleiri av døgunum kavar eisini og frá miðskeiðis í vikuni verður nógvur vindur av høgætt

Tað er fyrstu ferð nakrantíð at tað hendir

- Trý ár hevur hevur tað tikið at fáa verkætlanina um Romeo og Juliu at búnast, sigur Gunnvá Zachariasen, sum hevur boðið mær til frumframførslu á Glasi í kvøld

Í gjár vóru úrslitini av árligu Landsseyðasýningini kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Har vórðu virðislønir latnar til bestu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar

Í dag hava verið umleið 100 næmingar úr øllum landinum savnaðir í Leguhúsinnum í Nesvík til Blásara- og slagverksdagar

Missiónshúsið Karmel varð vígt 21. november 1934 av Buhl Nielsen, sóknarpresti

Fríggjardagin var árliga lutakastið á Havstovuni um 12.500 kr millum teirra, ið hava latið fiskamerkir inn farna árið

Í dag klokkan 15 verður frumsýning av "What if it were me"

Hósdagin 21. novembur kl. 15, verður útgávutiltak í Tutl í Havn, har Beinir fer at spæla nøkur løg

Ein kunngerð verður nú broytt, so tað áliggur skúlastýrunum at áseta reglur, sum tálma nýtsluna av fartelefonum í skúlanum. Ein vegleiðing er gjørd, sum skúlastýrini kunnu halda seg til

Hon býr í Heiminum á Grønanesi, og har verður dagurin hildin millum klokkan 15 og 17

Felagsskapurin sum arbeiðir fyri fríari fosturtøku í Føroyum vann í gjár PlanBørnefondens Pigepris 2024

Myndaðurin var inni á gólvinum, tá nýggi býráðsmeirilutin í Havn skipaði seg formliga í dag

Men tá tryggingarfólkini hugdu nærri eftir videoupptøkum av bjarnaálopinum, fóru tey at ivast, um tað veruliga var talan um eina bjørn

Á Frælsinum í gjár fekk Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, síðani kunning frá SNA um, hvussu tey hava lagt arbeiðið til rættis at gera heildarætlanina fyri umvælingina av bygninginum og útiøkini

Frá leygardegnum 16. november 2024 eru nýggir prísir og nýggjar upplatingartíðir galdandi fyri svimjing og fyri nýtslu av nýggja vælveruøkinum í Svimjihøllini í Gundadali

Dead Men Dancing sum Marita Thomsen hevur týtt úr Deydningar dansa á Sandi hevur fingið Petrona Award virðislønina

Norski leikstjórin Erik Poppe sum áður hevur gjørt Kongens valg, hevur nú gjørt film um illa lýdda norðmannin Vidkun Quisling, sum livdi árini frá 1887-1945

Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri arbeiði við føroyskum máli

Tónlistakvinnan handan fleiri av bestu løgunum í farna áratíggju luttekur á ársins konsertdegi. Ester er púra unik songkvinna, sum hevur serligar gávur at skriva góð og fangandi løg, og hetta sleppa vit at njóta á OY Voxbotn 2025

Nýggi íslendski filmurin, Missir, ið hevur altjóða heitið Epilogue, byggir á skaldsøgu, sum Guðbergur Bergsson (1932-2023) skrivaði í 2010

Fríggjadagin, frá kl. 15.00 til 17.00, verður framløga av nýggjari bók við heitinum ”Hann mær heldur fast”

Donald Trump hevur tilnevnt ríkmannin Elon Musk til ein av sínum tættastu ráðgevum. Og hesin ætlar ikki at liggja á boðunum

Sonja Winthereig fer at greiða frá bókini, sum er høvuðsritgerð hennara í MA-útbúgvingini í føroyskum

Kennur tú søguna um fyrsta kjøthandilin, hattahandilin hjá Minu Mortensen Wilhelm, havnakioskina hjá Bil-Óla, kioskina hjá Kathrinu Ziska, SMS og stóru heilsølurnar? Hetta eru bert nakrar av søgunum í bókini sum kemur út í næstum

Teir hava siglt í ávikavist 50 og 57 ár

Byrjað verður at senda beinleiðis úr studio kl. 15 við upptakt, samrøðum og greiningum, og frá kl. 19 fer sendingin í størri mun at snúgva seg um ítøkiligu úrslitini á valstøðunum kring landið

Í nýggju bókini "Veðursjúka 2" eftir Una Arge roynir høvuðspersónurin at skilja heimin og tilveruna í tí veðurbarda landinum. Hann leitar aftur í barndómin, tá tilveran var virkið útilív í ódn sum í logn, og ongin fitisótt gjørdi um seg millum børn og ung

Í august fekk Elin á Rógvi Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri barnaskaldsøguna Flytifuglar. Nú er hon komin við nýggjari barnaskaldsøgu ið leiðir lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við spenningi og sagnarverum

Bæði í Sunda kommunu og Sjóvar kommunu eru kvinnulistar gjørdir fyri at økja um kvinnuumboðanina í kommunustýrunum. Spennandi verður at síggja, um kvinnulistin sum amboð aftur fer at muna á kommunuvalinum í morgin 12. november

- Seinnapartin í dag varð boðið til føðiingardagshald í Skótahúsinum í Runavík, í sambandi við at Andrea Sofía Ragnhild Poulsen rundar tey 100 árini

…hmm…mundi frægari verða statt í verðini henda mánamorgunin ellivta november…í tí Harrans ári tjúguhundrað og fýra og tjúgu…um meirilutin av veljarunum vestanhavs høvdu valt Kamalu Harris á forsetavalinum farna týsdag

Á lítlari samkomu fríggjadagin varð handan í sambandi við, at Skótahjálpin 2024 er avgreidd

Kaldbaks kommuna legði saman við høvuðsstaðarkommununi í 1974 við endaligum gildi í 1976. Tá búði á Sundi, í Kaldbaksbotni og í Kaldbak undir 100 fólk, men í dag búgva um 250 fólk