Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Vísandi til omanfyristandandi um inntriv, sambært Tvingsilslógini, haldi eg tað vera sera ørkymlandi, at tað í løtuni hvørki er fyriskipað nakað eftirlit á eldraøkinum ella sambært Tvingsilslógini, sum hevur eftirlit við støðuni á eldraøkinum m.a. í mun til inntriv, sambært Tvingsilslógini. Eg fari tí at heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at skipa reglur um eftirlit á eldraøkinum.

Soleiðis sigur Hanna Vang, sum er Løgtingsins Umboðsmaður, í frágreiðing til Løgmálaráðið og Almannamálaráðið, eftir eftirlitsvitjanir sum hava verið á tveimum røktarheimum, sum hava deildir til fólk við demens.

Umboðsmaðurin kom millum annað fram á, at inntriv í eginfrælsið, sum krevja góðkenning frá Kærustovninum, so sum serlig upplatingarskipan til hurð, serlig hurðahondtøk, ávaringarskipanir og peiliskipanir í nøkrum førum vóru sett í verk uttan góðkenning.

- Umboðsmaðurin undraðist á, at stovnarnir ikki høvdu ráðført seg meira um, hvat kravdist fyri at seta slík inntriv í verk, ella høvdu tikið stig til at søkja góðkenning til inntrivini fyrr enn í sambandi við vitjanina frá umboðsmanninum.

Umboðsmaðurin vísti á, at inntriv, sum eru tvingsil, sambært Tvingsilslógini, krevja góðkenning.  Hóast tvingsil í serligum førum kann sýnast at verða neyðugur fyri at veita nøktandi røkt og umsorgan til búfólk, sum hava demens, so skal altíð gerast ein ítøkilig meting av støðuni hjá einstaka búfólkinum. Inntrivini eiga at verða rættaði móti einstaka búfólkinum og ikki øllum búfólkunum sum ein samlað eind.

Umboðsmaðurin minti eisini á, at tað fyri búfólkini og trygdina á stovninum er týðandi, at tað altíð eru starvsfólk til staðar á deildini, sum kunnu samskifta á máli, sum búfólkini skilja.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo