Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í svari til fyrispurning um afturrindan av AMEG, goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd [NS], stendur at:

Heilsumálaráðið fyrireikar lógaruppskot, sum hevur til endamálsat fáa neyðuga heimild til at afturrinda persónum heilsutrygdargjald, sum fyri sama tíðarskeið hava goldið bæði heilsutrygdargjald og eru kravd sosial gjøld í øðrum Norðurlandi. - Avgerð um afturrindan av AM-gjøldum og um, hvussu langt farið verður aftur í tíð, verður ætlandi tikin við støði í sama lesti sum fyri afturrindan av heilsutrygdargjaldi

Tá nýggi norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd skuldi setast í gildi í Føroyum, heitti Løgmansskrivstovan í 2015 á øll aðalráðini, herundir Heilsumálarráðið [HMR] og Fíggjarmálaráðið [FMR], um at kanna, hvørjar lógarbroytingar vóru neyðugar fyri at sáttmálin kundi verða útintur.

Almennur stuldur
Tað verður gjørt púra greitt í viðmerkingunum til løgtingsuppskotið, at ongin persónur kann verða fevndur av lóggávu í tveimum londum samstundis.

Bæði HMR og FMR, svaraðu í hoyringsskrivi, at neyðugt var ikki við lógarbroyting. HMR svaraði sannførandi at: ’Heilsumálaráðið  metir ikki,  at tað  er neyðugt  at  broyta  nakra lóg  undir  málsræði  Heilsumálaráðsins, fyri at norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd frá 12. juni 2012 kann vera útintur.’ 

Tað kann tí undra, tá ið Heilsutrygd ein stovnur undir HMR og TAKS [vegna AMEG], ið eru stovnar undir FMR, eftirfylgjandi hava noktað teimum, ið starvast uttanlands og eru fevnd av NS, frítøku fyri at rinda heilsutrygdargjald og AM-gjald við tilvísing til, at lógarbroyting krevst í Føroyum, áðrenn frítøka kann játtast.

Løgtingið hevur í 2015 samtykt, at norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd skal vera galdandi í Føroyum.

Steinur oman á byrðu
Við hesum hevur Løgtingið eisini samtykt, at ongin persónur skal rinda sosial gjøld í tveimum londum samstundis. Um frítøkan at rinda heilsutrygdargjald verður útint við ella uttan lógarbroyting er av minni týdningi.

Kjarnin í málinum er, at frítøkan átti at verið tryggjað frá byrjan av - so ella so - eftir at løgtingið hevði samtykt sáttmálan.

Tað kann tí eisini tykjast undrunnarvert, at málið hevur tikið so langa tíð at avgreiða.

At vit nú skriva ár 2024 – níggju ár eftir, at Løgtingið samtykti sáttmálan – og at Heilsumálaráðið, Heilsutrygd og Fíggjarmálaráðið enn ikki hava funnið útav, hvussu sáttmálin skal útinnast, er einki minni enn ein gøla.

At gjøldini eru kravd inn í heimildarloysi er almennur stuldur, men at drála við at rinda aftur tað, sum er stolið, er at leggja fólki stein oman á byrðu.

Endurgjald?
Í AMEG lógini [§2, stk. 7] er heimild at frítaka persónar fevndir av NS og hon hevur verið har líka síðan 2019! So hvat bíðar FMR, AMEG og TAKS eftir ? Tað átti at veri hesum stovnum óviðkomandi at drála, tí HMR manglar eina heimild til alment heimildarloysi.

Seinastu metingar vísa at endurgjaldið fyri heilsutrygdargjaldið fer at kosta landskassanum millum 30-40 mió. kr.

Gjaldið til AMEG er 3%, samanborið við heilsutrygdargjaldið sum er 0,7%. Talan er um somu persónar sum hava goldið bæði heilsutrygdargjald og AMEG í stríð við NS.

Tað er tí ikki torført at rokna út at talan er um fleiri miliónir enn landskassin hevur ráð til.

Vanliga verður renta kravd, tá ið borgarar hava skuld til tað almenna. Somuleiðis er eisini vanligt at tað almenna rindar rentu av skuld til borgarar.

Um renta verður goldin teimum ið hava goldið sosial gjøld í stríð við NS, verður ikki nágreinað í svarinum. Verður renta ikki løgd afturat, hava hesi veitt landsstýrinum eitt rentufrítt lán, samstundis sum vit hava uppliva hægstu inflatión í 40 ár. Betri lánveitari finst neyvan.

Sum høvuðsregla fyrna vanlig peningakrøv eftir 5 árum. Also kunnu Heilsutrygd, AMEG og landskassin spara helvtina av endurgjaldinum við at vísa til vanligu fyrningarreglurnar.

Tað er at vóna, at tey eru so mikið at sær komin hjá Heilsutrygd og AMEG [TAKS] ikki at gera fyrningarreglur galdandi mótvegis teimum.

Onnur eiga eisini pengar til góðar í AMEG
Tíverri er tað ikki bara føroyingar, ið hava goldið til AMEG í ósamsvar við NS. Aðrir norðurlendingar eru eisini kravdir at rinda AMEG í Føroyum, hóast teir hava søkt um og fingið játtað frítøku at rinda í Føroyum vísandi til, at teir smb. NS eru sosialt tryggjaðir í heimlandinum.

Hesir norðurlendingar eiga somuleiðis millióna upphæddir til góðar í AMEG fyri árini áðrenn 2019, ið bert bíða eftir at verða endurgoldnar.

Afturat hesum, hevur TAKS nógvar umsóknir liggjandi frá føroyingum. Herímillum eru óivað fleiri, ið ikki hava søkt um endurgjald fyri árini áðrenn 2019 enn, tí bíða hevur verið eftir avgerðini í málinum um heilsutrygd.

Ætlar FMR at loyva hesum bólki at gera sítt krav galdandi eisini, ella fella hesar krónurnar bara niður í grunnin ?

Hví skal FMR bíða eftir HMR, tá FMR kann gera nakað við støðuna her og nú ? FMR hevur heimild í lógini at endurrinda AMEG til tey, sum eru fevnd av NS. Hetta hevði enntá kunnu skunda undir tilgongdina at afturrinda heilsutrygdargjaldið, tí tá kann HMR fylgja í gásasporunum á FMR.

HMR krevur framvegis heilsutrygdargjald inn fyri 2023, hóast hetta er í stríð við NS og skal endurrindast, tá HMR er komið til eina niðurstøðu vónandi í hesum árinum.

Hetta er avgjørt ikki nøkur ynskilig støða, men smb. svarinum frá FMR, er tað teirra áskoðan, at persónur sjálvur avgerð um hann ynskir at verða frítikin [ella at lata vera], hóast sáttmálin ásetur, at tað ikki skal bera til at verða tryggjaður í tveimum londum samstundis.

Men tolin trívst..... og tey mugu gjalda, sum ikki valda.

Grímur Sundstein,
Fólkaflokkurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo