Fleiri dagar kunnu ganga til vit kenna úrslitið av forsetavalinum sum hevur verið í USA í dag, og soleiðis fáa at vita, hvør verður 47. forsetin í USA.
Tíðarmunurin ger, at náttin kemur her hjá okkum, áðrenn seinastu valstøðini lata aftur í USA.
Men tað slepst ikki undan, at summir statir, teir sonevndu svingstatirnir, eru teir mest týðandi, tí úrslitið kann fara báðar vegir. Og tá úrslitið frá teimum er komið, er úrslitið greitt. Summir teirra eru meira týðandi enn aðrir, tí teir hava fleiri valmenn.
Svingstatirnir eru Arizona við 11 valmonnum, Georgia við 16, Michigan við 15, Nevada við 6, North Carolina við 16, Wisconsin við 10 og Pennsylvania við 19 valmonnum, skrivar US News.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo