Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Maskinmeistarafelagið slepti at kalla øllum øðrum krøvum fyri at fáa greiðar ásetingar um arbeiðstíðina í sáttmálan, men tað vil KAF ikki

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið eru framvegis í gongd

Strandferðslan er gjørd varug við, at falskar lýsingar um Strandferðsluna koyra á Facebook í løtuni. Lýst verður til dømis við ókeypis ferðakortum

Tað er felagið M&S Strendur, á Strondum, sum hevur keypt frystilínuskipið úr Norra. Eigarar, familja og vinir tóku ímóti

Allir hava fingið bjóðað starv tá teir eru lidnir at útbúgva seg

Streymurin verður hampuligur, men fiskaríið er smáligt. Her er metingin hjá fiskamarknaðinum fyri næstu vikuna

Eitt samt býráð í Runavíkar Kommunu gav í gjárkvøldið MEST byggiloyvi at gera turrdokk á Skála

Tríggjar fyritøkur hava søkt um undangóðkenning til at høvuðsumvæla brúnna um Streymin. Tá freistin fór í gjár, høvdu J&K Contractors, Articon og Malltek søkt um undangóðkenning, skrivar KVF

- Smáørindi í arbeiðstíðini eru alt ov dýr fyri fyritøkuna, og tí verður slíkt ikki góðtikið hereftir, hevur hann boðað starvsfólkunum frá

Norska løgreglan hevur avgjørt ikki at fara víðari í málinum um Naddodd, sum holvdist týsdagin í Stadhavinum, og ein amerikansk kvinna druknaði

- Útbreiðslan av makreli í Norðurhøvum er minkað munandi seinastu fimm árini

- Tað er krav, at bátar, sum fáast við vinnuligan fiskiskap, skulu sýnast, áðrenn siglingarloyvi fæst. Sjóvinnustýrið fremur hesi sýn, og hetta eru vanligastu manglarnir

Meðan útlátið frá ídnaðinum, elframleiðsluni og øðrum skipum enn fiskiskipum øktist, vóru aðrir útlátsbólkar, ið nýttu minni olju í 2023 samanborið við 2022

- Tað eru í dag 60 útróðrarbátar, sum dríva vinnuligan fiskiskap, og av hesum eru heili 62% eldri enn 30 ár

Fiskiskip úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Russlandi og Noreg veiða makrel í hesum døgum. Misjavnt er, hvussu tað hevur hilnast higartil hjá teimum ymsu londunum

Handverksmeistarafelag gleðist um, at Landsstýrið nú hevur raðfest uppskot til løgtingslóg um løggilding av handverksmeistarum í byggivinnuni

- Í juli var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,4 prosentum, sum er 0,6 prosentstig lægri í mun til juli í fjør. Í øllum hinum økjunum er arbeiðsloysi størri samanborið við í fjør

- Tað er 0,4 prosentstig hægri enn í juli mánað í fjør, tá tað var 0,7 prosent

Rakstrarúrslitið í øðrum ársfjórðingi 2024 fyri alt Bakkafrost samtakið var 388 milliónir krónur, meðan tað eftir skatt var eitt hall á 117 milliónir krónur

Fleiri av drekunum eru til umvælingar í løtuni

- Reiðarafelagið metir, at kvotan kann vera umleið 14-15.000 tons, samstundis sum at samtyktu fyrivarnisreglurnar hjá NAFO verða hildnar. Hetta hevði komið føroyskum skipum og manningum væl við

Fríggjadagin luttók leiðslan á føroyska kavaraskúlanum á einum áhugaverdum netverksdegi, ið Danish Defence Innovation Unit skipaði fyri

Hóast brúkiliga veðurforsøgn og hampuligan streym, so er tað ikki allir sum lata væl at fiskarínum

Í dag hittust granskarar á Firum til innanhýsis framløgur

Hesa tíðina í fjør vóru meiri enn 142.000 tons av makreli komin upp á land í Føroyum, men higartil í ár eru bara stívliga 16.000 tons landað í Føroyum, skrivar KVF

Ársúrslitið endaði á minus 19,6 mió kr eftir negativan bruttovinning og stóran vøkstur í útreiðslum til starvsfólk og rentur

Talan er um heilt smáar upphæddir, sum verða tiknar av kontuni fleiri ferðir, sambært KVF

Okkurt um 25 hava søkt um stjórastarvið í felagnum Nótaskip. Flestu umsøkjarar eru menn, men onkur kvinna hevur eisini søkt, skrivar KVF

Vøksturin er størri enn áður fráboðað, og tí skulu eigararnir vænta sær eitt betri úrslit

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at revsiváttanir hjá útlendskum starvsfólkum skulu leggjast við umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyv

Á Fiskivinnutinginum í Varpinum mikukvøldið í sambandi við Sjómannadagin vóru trý evnir viðgjørd, har serfrøðingar fyrst løgdu fram og síðani var pallborðskjak millum umboð fyri politisku flokkarnar

Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við Eysturgrønland. Fimm liggja við bryggju, sigur Fiskamarknaðurin

- Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2024 var eitt avlop upp á 25,0 mió. kr. samanborið við 16,9 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør

Innflutt var fyri 5,1 milliard krónur fyrra hálvár 2024. Tað er góð 14 prosent ella 852 millónir krónur minni enn fyrra hálvár 2023

Fyrra hálvár í 2024 hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,5 milliardir krónur. Tað eru 158,7 milliónir krónur, minni enn fyrra hálvár 2023

- Evni, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru á ein ella annan hátt viðkomandi vitan, ið kann verða grundarlag undir burðardyggu menningini av føroysku alivinnuni

- Tað vístu yngul- og ætikanningarnar í 2024, sum vórðu gjørdar við Jákup Sverra í seinnu helvt av juni

Europeisk ferðandi kunnu nú keypa eitt árligt hald við óavmarkaðari flúgving fyri 499 dollarar svarandi til 3700 krónur

Eftir útlendingalógini skulu útlendsku ferðaleiðararnir hava arbeiðsloyvi, um teir skulu arbeiða í Føroyum, men tað hava teir ikki, vísir Føroya ferðaleiðarafelag á sambært KVF

- Intra heldur fram at víðka um sítt virksemi, og nú hava Langgaard-brøðurnir keypt Kodio, eina av Føroya fremstu fyritøkum innan heimasíður og sniðgeving

Trolarin Tuugaalik, sum Royal Greenland eigur, hevði ein minni samanstoyt við eitt ísfjall leygardagin

Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri næstu vikuna

Maskinmeistarafelagið hevur kært reiðaríið Faroe Origin í Runavík í Fasta Gerðarrætt

Føroyar brúktu 7.000 tons meiri olju í fjør enn í 2022, sambært tølum frá Hagstovuni, skrivar KVF

Eftir reyðasta dagin síðani 1987 er stemningurin aftur vendur á partabrævamarknaðunum og alt er grønt aftur

Støðan hjá heimaflotanum er so vánalig, at okkurt má henda. Trupult er hjá heimaflotanum sjálvum at broyta nakað, tí ongin fær nóg nógv burturúr, skrivar KVF

Heimsins størsta kryptovaluta, bitcoins, er fallið við 15 prosentum í virði í dag og hevur nú ein kurs á 51.000 dollarar - svarandi til umleið 350.000 danskar krónur

Ringasti dagur hjá fleiri vísitølum síðani 1987

Hallið uppá góða millión eftir skatt árið fyri er vent til eitt lítið avlop uppá 23 tkr í fjør

Her er metingin hjá Fiskamarknaðinum fyri vikuna sum kemur