Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í skrásetingunum hjá Betri Trygging hava ongantíð verið so nógvir skaðar eitt hálvár sum í ár. Serliga var tað ódnin 7. februar, ið gjørdi nógvan skaða

Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísur eitt úrslit á 2,8 mió. kr. sammett við 1,2 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at rentustøðið er hægri og umframt at virksemið er økt

Nýggir bilar savna viðkvæmar, persónligar upplýsingar og selja teir síðani víðari. Tað vísir nýggj kanning av 25 bilsløgum

Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísir eitt úrslit á 133,3 mió. krónur eftir skatt, og Betri Banki hevði ein solvens á 31%

- Í morgum kl 11:00 handaðu partarnir FSN og KAF sáttmálakrøvini fyri Havnameistarar og Havnaumsjónarfólk

Admiral Hotel verður yvirtikið av hotelketuni Strawberry hjá norska ríkmanninum Petter Stordalen

- Vit á Føroya Fiskimannafelag spyrja: Hvar er fiskivinnusendingin, fiskivinnutátturin ella sendingin um sjóvinnuna. Hevur fiskivinnan ikki uppiborið eina serstaka sending í KVF?

SBTi-góðkenningin merkir, at málini hjá Bakkafrost um at minka CO2-útlátið fram til 2030 eru í tráð við dagførda veðurlagsvísind

Fríggjadagin 29. september verður Vinnudagurin, og í morgin 5. september ber til hjá øllum at melda til

Løgmaður og forkvinnan í fíggjarnevndini fara skeiv, tá tey siga, at arbeiðstíðin hjá løntakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki er kappingarfør við grannalondini

Eitt fat norðsjóvarolju kostaði í dag 88 dollarar og 50 cent. Tað er hægsti prísur síðani novembur í fjør, skrivar NRK

Fleiri sera spennandi og áhugaverdir fyrilestrar vóru á Vinnuforum 2023 í Kongshøll, har undiryvirskriftin var Tórshavn sum vinnubýur

Myndugleikarnir í Grønlandi, Íslandi, Danmark og Noregi loyva kavarum við føroyskum kavaraprógvum at virka í sínum øki

Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu, sigur Fiskamarknaðurin í síni meting fyri komandi vikuna

Roknskaparúrslitini hilnaðust sum heild væl fyrra hálvárið 2023. Úrslitið eftir skatt gjørdist 4,6 mió. kr. samanborið við 3,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør

P/F Fakfelag hevur í dag keypt ognarlutin frá Landsstýrinum í LÍV, talan var um 16,67%. Frammanundan átti P/F Fakfelag 33,33%

Tá ið Sæborg kom til Esbjerg tann 25. august rendi skipið á molan og gav stoyturin eina 8 metur langa rivu omanfyri vatnlinjuna

Føroyska makrelveiðan í ár setir met. Til og við í gjár var samlaða fráboðaða veiðan tilsamans 157 tús tons

- Norra hevur eitt 250 fjórðinga-avgjaldsmark, sum hevur við sær, at føroysk og útlendsk fiskiskip, sum bunkra í Norra, sleppa undan at gjalda NOX/Co2 avgjald, um tey fiska uttanfyri 250 fjórðingamarkið

- Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2023 var eitt avlop upp á 16,9 mió. kr. sammett við 6,1 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri

- Vit vilja ikki seta kundar okkara í fíggjarligt óføri. Tað sigur stjórin í Norðoya Sparikassa við D&V

- Á Gulanum eru seinastu 5 dagarnar 861.000 laksar á 3,1 kg viðgjørdir - og sambært skrásetingunum var virknaðurin 99%, sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen

Samlaðu tølini fyri januar til og við juli vísa, at gistinæturnar eru fimm prosent fleiri enn sama tíðarskeið í 2022

Fleiri gistingar vóru á gistingarhúsunum í juli í ár enn í fjør. Undanfarin ár hava flestu gistingarnar verið í julimánaði. Soleiðis er ikki í ár

Mikudagin 23. august var aðalfundur í Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovum í Føroyum (AFF)

Stóra ídnaðarmessan DALO Industry Days, sum Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse á hvørjum ári stendur fyri, var aftur í ár hildin 23.-24. august í Ballerup Super Arena

Úrslitið av eini fyribils gjøgnumgongd er, at boðið verður ikki uppá nýggjar uppgávur í Føroyum

Og helst fer onkur út á Føroyabanka. Veðrið verður gott í næstu viku og fyrst í vikuni er streymurin eisini góður

Í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum Frontiers of Marine Science, hava granskarar á Fiskaaling í samstarvi við Hiddenfjord, DTU Aqua og Scottish Association for Marine Science, modellera møguleikar fyri tílíkari samaling

- Strandalondini eru nú komin ásamt um, hvussu samráðingarnar í heyst skulu skipast. Fyrsta samráðingarumfarið verður 6.-7. september

- Tað klárar Rúsdrekkasøla Landsins sjálv við sínum innflutningi av bíligum vørum, sigur Føroya Bjór millum annað í hoyringssvari

- Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40%

– Vit leggja sak móti statinum, tí vit halda botnfrádrátturin knýttur at laksaskattinum er diskriminerandi og í stríð við EØS-reglur, sigur stjórin

Regin Jacobsen keypti í dag partabrøv í Bakkafrost fyri yvir 10 mió norskar krónur

Tað vísa nýggj tøl frá Aarhus Universiteti sambært einum tíðindaskrivi frá Institut for Miljøvidenskab, skrivar DR

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri annan ársfjórðing 2023 var 353 milliónir krónur, í mun til 587 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Úrslitið eftir skatt var eitt hall á 123 milliónir krónur

Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu eru fleiri myndir frá leygardegnum

Ango seldi makrel í Bodø fyri 10,40 norskar krónur, sum eru 6,70 kr. í okkara pengum fyri kilo, skrivar Fiskeribladet sambært KVF

Eigararnir í PP Faroe Pelagic, Kollafjørður, hava undirskrivað eitt ætlanarskjal saman við Pelagos, Fuglafjørður, um yvirtøku av partabrøvunum í PP Faroe Pelagic

Í 2. ársfjórðingi kostaðu eini miðal sethús í Tórshavn 3,9 mió. krónur, og í Eysturoynni 2,4 mió. krónur. Miðalprísurin í Føroyum var 2,7 mió. krónur

- Fyrstu 6 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 5,9 milliardir krónur. Í juni 2023 varð innflutt fyri 155 túsund krónur av byggitilfari úr Russlandi

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,7 milliardir krónur. Tað eru 356 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør

Sunnunáttina 20. august skiftir Føroya Tele kjarnutøknina á farnetinum frá Huawei til Ericsson. Skiftið fer fram í stigum

- Í ringasta føri verður neyðugt at koyra fólk til hús, sigur Rasmuss Rasmussen, eigari og stjóri í IR Lastbilum, við KVF

17. mars í ár skipaði Búskaparráðið fyri ráðstevnu um tilfeingisrentu og tilfeingisgjøld í føroysku fiski- og alivinnuni í Løkshøll

Felagið GE Hitachi er komið langt viðvíkjandi at byggja lítlar reaktorar

Feløg hjá fyrrverandi stórreiðaranum Gullak Madsen eiga nú nærum 16 prosent av partabrøvunum í Bank Nordik, skrivar KVF

Frá 1. september verður Robert Sivertsen nýggjur stjóri í Brúsá, meðan verandi stjóri Jákup Brúsá framyvir verður nevndarformaður í felagnum

- Eitt búðaligt búmerki prýður snotuligu skútuna, skrivar Norðlýsið

- Vit hava verið glaðir fyri at handla við russar. Eingin russari hevur snýtt okkum fyri eina einastu krónu. Tá er tað verri við føroyingum og øðrum kundum